Terji Nielsen
Jens Kr. Vang
Flaggdagin 1996 brendi verkstaðið Vón á Argjum niður í grund. Tað var av allarbesta veðri, og heilt fitt av fólki var komið saman til flagdagshald á Vaglinum, tá ið tjúkkur roykur sást koma av Argjum. Hetta var ein sorgardagur fyri teir 35 brúkararnar og tey 10 starvsfólkini, sum høvdu sína dagligu gongd á verkstaðnum.
Hava havt
fyribils hølir
So skjótt tað gjørdist greitt, at tað fór at taka rúma tíð at fáa verkstaðið í gongd aftur, fór starvsfólkið á stovninum at leita eftir fyribilshølum, so at brúkararnir ikki heilt vóru sleptir upp á fjall. Ikki gekk long tíð, har tey vóru húsvill, so vóru hølir fingin til vega, og trupuleikin var loystur. Síðani tá hava brúkararnir arbeitt í gomlu hølunum hjá Dagblaðnum úti í Mykinesgøtu.
Martin sigur, at hetta ikki hevur verið nóg gott, tí at hølini liggja so illa fyri, langt burtur frá býnum.
Martin hevur
fulla arbeiðsviku
Sum áðurnevnt, so hevur Martin tvinni arbeiði. Hann byrjar dagin við at arbeiða tveir tímar á Sosialinum. Tá fæst hann fyri tað mesta við ganga við skrelli og líknandi.
Tað, sum eftir er av degnum, brúkar Martin á verkstaðnum Vón. Har fæst hann við nógv ymiskt, men fyrst og fremst er hann á pappírsdeildini.
Martin hevur starvast á verkstaðnum Vón í heili 18 ár. Á Sosialinum hevur Martin starvast í 13 ár, og hann sigur, at honum dámar sera væl á báðum arbeiðsplássum.
Kendi ikki
verkstaðið aftur
Tá ið Martin í gjár var og hugdi eftir verkstaðnum, kendi hann seg ikki aftur, og endin var, at Martin viltist í nýggju hølunum. Øgiliga stór broyting er í mun til tað gamla verkstaðið, men Martin sigur, at tað sær gott út.
Búði 19 ár í Danmark
Sum hjá so mongum øðrum seinmentum, so noyddist Martin til Danmarkar at verða sum barn. Tey seinmentu høvdu ongar møguleikar í Føroyum í teimum døgum, og tí vóru tey flestu send niður.
Martin gekk í skúla í Skopun, til hann var 12 ára gamal. Trupult var hjá honum at fylgja við hinum næmingunum, og hann bleiv sendur niður á stovn. Í Danmark búleikaðist Martin í 19 ár, heilt fram til 1980, tá hann kom aftur til Føroya sum 31 ára gamal.
So skjótt, sum Martin var komin heim, fekk hann starv á verksstaðnum Vón, sum tá var heilt nýtt. Eyðsæð er, at tað nívdi hann nógv at síggja arbeiðsplássið hjá sær fara upp í royk, men nú gleðir hann seg so ómetaliga nógv til at sleppa til verka í nýggja verkstaðnum.
Martin sigur, at á verksstaðnum eru bæði snikkaraverkstað, seymistova, pappírsdeild og sum nakað nýtt eisini keramikverkstaður.
Skrivar nógv
brøv í frítíðini
Ein stóran part av síni frítíð brúkar Martin til at skriva brøv. Frá sínari tíð í Danmark, hevur hann nógvar pennavinir, og honum dámar sera væl at skriva brøv til hesi.
Martini dámar eisini sera væl at hyggja í sjónvarp. Serliga væl dámar honum tíðindasendingarnar.
Í dag er tað so almenna móttøkan, sum Martin fyrst og fremst gleðir seg til, men eisini gleðir hann seg sera nógv til fríggjakvøldið, tí tá skulu tey hava veitslu í sambandi við 25 ára dagin hjá verkstaðnum Vón.










