Eins við øll - høg sum lág - múgvandi og smá

Tú er kendur sum tann fryntligi, fyrikomandi og prátingarsami umboðsmaðurin segði virkandi løgmaður Høgni Hoydal á samkomu á Hotel Hafnia sunnudagin í sambandi við, at Sofus Poulsen hevur arbeitt á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen í 50 ár. Vit prenta røðuna:

»Á hesum sama degi fyri 50 árum síðani ? 28.06. 1948 ? varð Sofus Poulsen settur í starv sum hjálparmaður á umboðsstovuni í Aberdeen. Longu tá sá landsstýrið týdningin av góðum umboði uttanlands ? at víðka virkiskarmarnar ? at vera á staðnum ? at tæna landi og fólki eisini uttan fyri landoddarnar.

1. apríl 1965 varð Sofus settur sum skrivstovufulltrúi á umboðsstovuni og 1. februar 1980 settur sum tænastumaður og sendifulltrúi.


Endamálið

Umboðsstovan var sett á stovn fyri at tæna føroyskum vinnulívi uttanlands, heilt natúrligt í Bretlandi, sum næsti granni og fiskivinnumarknaður okkara.


Skotskur føroyingur

Sum hjálparmaður hjá Odmark Skarðhamar fekk Sofus gott innlit í bretskt vinnulív og tørvin á góðari tænastu til rætta tíð. Sjálvur giftist Sofus skotskari konu og gjørdist hálvur skoti. Hetta kom væl við, tá hann sjálvur seinni tók við sum sendifulltrúi.


Rættur tænastumaður

Hetta starv krevur sín mann, og tað krevur ávísar eginleikar, og hesi krøv hevur Sofus útint til lítar. Tænastulyndið hevur eyðkent Sofus øll hesi mongu árini. Mangur føroyingur man hava notið gott av beinasemi hansara og mongum sjómanni man Sofus hava bjargað úr knípu.


Altíð tøkur

Ísfiskatíðin ? sildatíðin ? merktu fyrstu árini av starvstíðini hjá Sofusi. Hevði eitt skip trupulleikar við skipspappírum, tørvaði einum sjómanni læknahjálp ? ella høvdu føroyingar trupulleikar at mynstra, ja, so var Sofus har.


Grindamótmæli

Tey árini, tá umhvørvisbólkar mótmæltu grindadrápi og forðaðu keypi av føroyskum fiskavørum, talaði tú søk Føroya.


Góð kunning

Íðin hevur tú kunnað føroysku myndugleikarnar um aktuel viðurskifti, sum viðkomu okkum. Eitt nú umhvørvisvandan av Dounreay verkinum ? og seinastu árini alt, sum fyriferst í bretskum sjóøki, um kanningar, funnar oljukeldur og boringar nær markinum


Myndugleikaumboðan

Ótroyttiligur hevur tú umboðað Føroyar á ráðstevnum og óteljandi messum við gløggum eyga og spílandi oyrum. Umhugsin og væl fyrireikaður. Tá landsstýrið átti at lata seg umboða við hátíðarhald, ella tá onkur Føroyavinur í Bretlandi var farin, tá segði tú ikki bert frá, tú sendi uppskot til bræv við, so alt var greitt, tað var bara hjá løgmanni at skriva undir. Hetta er dømi um rættan embætismann. Soleiðis skal tað vera!


Góði Sofus.

Tú ert væl kendur millum føroyingar, sjómenn sum embætismenn, og ikki minni væl kendur ert tú í Skotlandi ? kendur sum tann fryntligi, fyrikomandi og prátingarsami umboðsmaðurin. Eins við øll, høg sum lág, múgvandi og smá.

Hesi 50 árini er stór menning farin fram í samfelagnum bæði á vinnuøkinum og á samferðsluøkinum. Við menningini er samferðslan landanna millum munandi økt, bæði viðvíkjandi farmaflutningi og ferðafólkaflutningi. Vit kunnu gleðast um, at okkara egna flogfelag júst hevur byrjað regluligt flogsamband til Skotlands. Hetta boðar frá góðum.


Tøkk

Vegna Føroya landsstýri fari eg at enda at bera tær eina stóra tøkk fyri tey 50 árini, tú hevur umboðað Føroyar í Bretlandi. Við tínum persónligu eginleikum hevur tú givið Føroyum eitt gott umdømi uttanlands fyri eftirtíðina, sum fer at gagna Føroyum í samskiftinum við Bretland í komandi tíðum.

Nú tænastuskeiðið er farið at halla, fari eg at ynskja tær og konu tíni og familju tykkara alt tað besta og góðan byr framyvir«, segði Høgni Hoydal, virkandi løgmaður, á samkomuni.