byrjar, er tað annars ætlanin, at prísirnir hjá Strandferðsluni skulu hækka eini 15% frá fyrst í komandi ári. Enn er ikki greitt, um príshækkingin kemur í gildi 1. januar, men tað verður í hvussu so er fyrst [...] Samferðsla Strandferðslan má ikki sleppa at hækka prísirnar á ferðaseðlunum. Tað heldur í hvussu so er sambandsflokkurin. Flokkurin tekur ikki undir við ætlanini hjá Strandferðsluni og Vinnumálastýrinum um at hækka [...] eisini hevði verið ein stórur fyrimunur fyri trivnaðin í oynni og so er eisini nakað vunnið. Men hinvegin heldur hann eisini, at tað er onki ónatúrligt, at tað kostar eitt sindur fyri landskassan at varðveita
in seinastu tíðina als ikki sannførir um, at tað er trygdin og trivnaðurin hjá øllum føroyingum, sum liggur monnum fremst í huga. Hugsan minnilutans er, at djúptgangandi hugburðsbroyting krevst hjá samráðandi [...] hann ikki uttan víðari tók undir við ætlanum landsstýrisins. Høvuðssjónarmið hansara var og er framvegis, at trygdin hjá tí einstaka føroyinginum má setast framum, eisini evt. fastlæstar floksideologiir. Gjørt [...] hetta týdningarmikla økið ikki er við í uppritinum, hava als ikki verið nøktandi. Nógv bendir á, at hetta skyldast ósemju innanhýsis millum landsstýrisflokkarnar, og er hetta ein veikleiki, sum kann koma
Tað er ongantíð í árinum, at fólk koma so nógv saman, sum á jólum, ikki er tað hvørt einasta vikuskiftið, at fyritøkur, bindiklubbar, felagsskapir, vinaskarðar, og onnur, hava jólaborð. – Hetta er ein [...] ein tíð, sum er meiri enn nakað annað, er merkt av hugna og samveru ímillum fólk, og sum lýsir upp í hesi myrku tíðini, sigur løgmaður. Les eisini: Føroyingar skulu ikki fara uttanlands at ferðast Men slíkar [...] slíkar veitslur kunnu vera rættiligar smittubumbur og tað eru dømi um, at tað nettupp er í veitslum, at vandin er størstur fyri, at korona fer at breiða seg. Og tí fegnast løgmaður um, at nógvar stór ar
havt fund um formanssessin, men hvørja ferð er Kaj Leo Holm Johannesen komin styrktur av fundinum. Eftir løgtingsvalið er tó støðan ein onnur. Sambandsflokkurin hevði eina afturgongd upp á 6 prosentstig [...] Nú er mest sum greitt, at Sambandsflokkurin skal hava nýggjan formann. Tað hevur leingi verið rumbul um oddasessin í Sambandsflokkinum, serliga eftir at frágreiðingin hjá Hans Gammeltoft-Hansen var løgd [...] tingbólki. - Eg haldi, at tann besti formaðurin er tann, sum fær tað besta burtur úr tingbólkinum, og við hesari manningini meti eg ikki, at tann persónurin er eg, segði løgmaður við Lív Mikkelsen á miðdegi
Hetta er ikki ein haldbar støða fyri Sambandsflokkin, sigur Johan Dahl, sum vil hava eina loysn á hesari støðu komandi dagarnar. Spurdur um hvørjir møguleikar eru, játtar Johan Dahl, at sum støðan er nú, [...] sær í Fíggjarmálaráðnum, ella at Sambandsflokkurin takkar fyri seg í samgongusamstarvinum. - Hóast hetta málið einki sum helst hevur við Sambandsflokkin at gera, so er tað í dag blivin okkara trupulleiki [...] stýr upp á hesa støðuna, men tað er so einki hent frá hansara síðu, sigur Johan Dahl. Johan Dahl vísir á, at trupulleikin hjá Fólkaflokkinum í samband við tollmálið nú er blivin ein trupulleiki hjá samgonguni
seg langt frá útbrendan, hóast hann er 66 ára gamalur, og sostatt av álvara er farin at nærkast formliga pensjónsaldrinum, nú hann fyllir 67 í heyst. Fólkatingsval er væntandi í næstum og á landsfundinum [...] um gjørdi Edmund Joensen greitt, at vil Sambandsflokkurin stilla hann upp til fólkatingsval, er hann til reiðar at bjóða seg fram. - Eg havi verið so ósmæðin at bjóða meg fram, vil flokkurin hava meg, [...] segði hann. Hann staðfestir, at enn er arbeiði eftir at gera á Fólkatingi, sum hann er til reiðar at átaka sær. - Hugurin stendur framvegis til hetta arbeiði og í øllum lítillætni tori eg at siga, at
núverandi umstøðum er vandi fyri, at føroyingar fara at fáa eina eyka rokning uppá nakrar hundrað milliónir krónur, tí at flogvøllurin skal útbyggjast undir øllum umstøðum. Hetta er sjálvandi lætt at siga [...] fingið bæði ein undirsjóvartunnil og ein tunnil til Gásadals, men hetta er eftir øllum at døma ikki nóg mikið, tí veljarakanningin er ikki góð fyri samgonguflokkarnar. Skattalættin gevur atkvøður ? Hendan [...] fullveldismálið er ein álvarslig hóttan móti vælferðini í Føroyum. Um orsøkirnar til framgongdina hjá sambandinum í Vágunum nevnir Marjus millum annað skattalættan, sum tó ongantíð er kunngjørdur og lagdur
vístu sína ónøgd við bankamálið. Men hann heldur ikki, at hetta er tað sama sum at ynskja loysing frá Danmark. Tí er tað, at Sambandsflokkurin skjýtur upp eina fólkaatkvøðu, har einstaki veljarin verður spurdur [...] framvegis eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. ? Sum er, ætlar Landsstýrið fyrst at smíða loysingarsáttmálan og síðani at spyrja fólk um loyvi. Hetta er øvugt mannagongd, sum hevur til endamáls at lirka [...] num, sigur formaður Sambandsfloksins. 7. desember Sambandsflokkurin skjýtur upp, at fólkaatkvøðan verður hildin týsdagin 7. desember í ár. Ætlanin er, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni skal vera grundarlagið
hevur ført við sær, at eftirlitið er munandi skert. Landsstýrismaðurin ásannar eisini, at tá ið bara eina skipið er í sigling stóran part av árinum, er greitt, at trygdin er ikki tann sama. - Fyri trygdina [...] ferðamannaskipum, og øðrum skipum, er nógv økt. - Sannlíkindini fyri eini stórari vanlukku, sum kann samaberast við vanlukkuna, tá ið Costa Concordia fór á land, er alsamt vaksandi. - Hendir ein slík valukka [...] eina slíka uppgávu, ásannar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Hann leggur afturat, at Tjaldrið er gamalt og átti langt síðani at verið skift út við eitt nýmótans skip við betri bjargingarútgerð.
longur enn til 2030. Hetta er fyrst og fremst ein trygdarspurningur, ið eisini hevur verið uppi og vent so ofta fyrr. Mest umráðandi er at fáa oljuna burtur úr Havnini, har hon er næsti granni hjá Landss [...] Tangarnir gerast ikki yngri og trygdin ikki betri, har teir standa nú. At eg nevndi Sund, var av tí einfaldu orsøk, at á Sundi hevur SEV frammanundan tveir oljutangar, umframt at har er eitt stórt ídnaðar- og [...] Nú tað er fallið so mongum fyri bróstið, at eg mælti til at flyta oljugoymslurnar hjá Effo og Magn inn á Sund, tá ið tær ikki longur kunnu verða verandi á Viðarnesi, má eg heldur gera boðskapin týðiligari