Sambandsflokkurin skiftir formann

Kaj Leo Holm Johannesen metir ikki, at hann er best egnaði maður at leiða nýggju tingmanningina hjá flokkinum.

Nú er mest sum greitt, at Sambandsflokkurin skal hava nýggjan formann.

 

Tað hevur leingi verið rumbul um oddasessin í Sambandsflokkinum, serliga eftir at frágreiðingin hjá Hans Gammeltoft-Hansen var løgd fram í vár. Floksleiðslan hevur fleiri ferðir havt fund um formanssessin, men hvørja ferð er Kaj Leo Holm Johannesen komin styrktur av fundinum.

 

Eftir løgtingsvalið er tó støðan ein onnur. Sambandsflokkurin hevði eina afturgongd upp á 6 prosentstig, og misti tveir tingmenn. Beint undan valinum gjørdist greitt, at tveir av fyrrverandi løgtingslimum floksins, Edmund Joensen og Magni Laksáfoss, sum báðir hava verið sera atfinningarsamir móti kós floksins seinastu árini, stillaðu upp, og tá úrslitið fyrilá eftir valið var greitt, at teir báðir, umframt Magnus Rasmussen, høvdu vunnið sær sess á løgtingi. Umframt teir tríggjar er tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum nú mannaður av løgmanni, Bjørn Kalsø og Bárði á Steig Nielsen, sum fyrr hevur heitt á løgmann um at leggja frá sær.

 

Kaj Leo Holm Johannesen segði í samrøðu við útvarpið á miðdegi, at tað nú var greitt, at hann hevði ikki stuðul frá einum samlaðum tingbólki.

- Eg haldi, at tann besti formaðurin er tann, sum fær tað besta burtur úr tingbólkinum, og við hesari manningini meti eg ikki, at tann persónurin er eg, segði løgmaður við Lív Mikkelsen á miðdegi.

 

Hann segði eisini, at hóast hann ikki fór at leggja frá sær, so væntaði hann, at landsnevndin fór at kalla til fundar og at nýggjur formaður var valdur í næstum.

 

Sambært heimasíðu Kringvarpsins verða fundarboðini til landsnevndina send út seinni í dag.