Samferðsla
Strandferðslan má ikki sleppa at hækka prísirnar á ferðaseðlunum.
Tað heldur í hvussu so er sambandsflokkurin.
Flokkurin tekur ikki undir við ætlanini hjá Strandferðsluni og Vinnumálastýrinum um at hækka prísirnar á ferðaseðlunum hjá Strandferðsluni.
Tí fer flokkurin nú at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum í fyrstu syftu hevur til endamáls at forða Strandferðsluni at hækka prísirnar á ferðaseðlunum.
Í ørðum lagi fer flokkurin at royna at fáa Løgtingið at samtykkja, at tað skal verða bíligari hjá teimum allarflestu at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni.
Nú eitt nýtt ár byrjar, er tað annars ætlanin, at prísirnir hjá Strandferðsluni skulu hækka eini 15% frá fyrst í komandi ári.
Enn er ikki greitt, um príshækkingin kemur í gildi 1. januar, men tað verður í hvussu so er fyrst í árinum og tilsamans verður roknað við, at príshækkingin fer at gera Strandferðsluni eina eyka inntøku uppá seks milliónir krónur.
Hetta verður hildið at vera neyðugt fyri at Strandfeðslan kann halda játtanina uttan at lækka tænastustøðið munandi.
Royn aftur
Men hetta vil sambandsflokkurin ikki góðtaka.
Alfred Olsen, tingmaður fyri flokkin, sigur, at flokkurin fer tí sum skjótast eftir nýggjár at leggja uppskot fyri løgtingið um at forða fyri at at prísirnir hækka.
Sambandsflokkurin hevur fyrr lagt uppskot fyri Løgtingið um prísirnar hjá Strandferðsluni, men ta ferðina kom onki burturúr við tað, at bara andstøðan atkvøddi fyri.
Eftir tí uppskotinum skuldi ferðaseðlarnir á øllum leiðunum hjá Strandferðsluni kosta tað sama og teir skuldi ásetast eftir teimum bíligaru leiðunum.
Sostatt skuldi ein vanligur ferðaseðil kosta einar 30 krónur og ein persónbilur skuldi kosta 80 krónur.
Hetta hevði gjørt tað munandi bíligari at siglt ímillum Suðuroynna og Havnina, tí har kostar ein vanligur ferðaseðil 70 krónur og ein persónbilur kostar 120 krónur.
Alfred Olsen sigur, at nú fer Sambandsflokkurin at laga hetta uppskotið til og at leggja tað fyri Løgtingið einaferð afturat.
?Í fyrstu atløgu fara vit at royna at forða fyri at Strandferðslan sleppur at hækka prísirnar. Men í øðrum lagi fara vit eisini at skjóta upp at prísirnir á øllum leiðum hjá Strandferðsluni skulu kosta tað sama.
Alfred Olsen sigur, at príshækkingin hjá Strandferðsluni rakar eina og aleina tey, sum búgva í útjaðaranum í Føroyum, tey, sum búgva í Suðuroy, í Sandoy og í teimum smáu útoyggjunum. Men tey, sum búgva í miðstaðarøkinum, verða als ikki nervað av tí.
?Tí rakar hetta ógvuliga skeivt og er í andsøgn við tann útoyggjapolitikk, sum Samgongan sigur, at hon hevði ætlað at føra.
Tí vónar hann eisini, at fáa undirtøku frá onkrum í samgonguni til uppskotið, so at tað verður samtykt í Løgtinginum til frama fyri útjaðaran í Føroyum-Ikki minst nú samgongan sigur set hava sett økismenning í hásæti og hevur enntá sett fulltrúa at arbeiða við útjaðaramálum.
Kostar onki
Løgtingsmaðurin úr Eysturoynni væntar ikki, at hetta fer at vera eitt fíggjarligt bakkast fyri Strandferðsluna.
? Vit vita, at tá ið ferðamøguleikarnir batna, fara fleiri fólk at ferðast. Tí ivast vit heldur ikki í, at hetta fer at føra til, at fleiri fólk fara at ferðast og tí vænta vit ikki, at tað fer at kosta Strandferðsluni nakað.
? Og harafturat verður nøgdin við tænastuna hjá Strandferðsluni størri, tí tænastan fer at batna.
Á heysti í 2004 fáa suðuroyingar nýggja ferju og Alfred Olsen ivast ikki í, at lækka prísirnir á ferðaseðlunum fer tað at føra til, at nógv fleiri fólk fara at ferðast til og úr Suðuroynni, tí tá hava tey ráð at ferðast. Og tað heldur hann eisini hevði verið ein stórur fyrimunur fyri trivnaðin í oynni og so er eisini nakað vunnið.
Men hinvegin heldur hann eisini, at tað er onki ónatúrligt, at tað kostar eitt sindur fyri landskassan at varðveita ferðasambandið við útjaðaran og at landið tískil betalir eitt sindur til tað endamálið.