Miðflokkurin viðrir samráðingarrættin

Ein triði minniluti í nevndini (Jenis av Rana) hevur hesar viðmerkingar til upprit landsstýrisins um samráðingar við danir.

Undir 1. viðgerð á Løgtingi av hesum fyri Føroya fólk so týdningarmikla máli vísti Jenis av Rana á nakrar veikleikar, sum gjørdu, at hann ikki uttan víðari tók undir við ætlanum landsstýrisins. Høvuðssjónarmið hansara var og er framvegis, at trygdin hjá tí einstaka føroyinginum má setast framum, eisini evt. fastlæstar floksideologiir. Gjørt varð vart við, at honum líkaði ikki, at landsstýrið fór til samráðingar við danir og kom aftur við endaligum uppskoti, uttan at Løgtingið og Føroya fólk fyrst høvdu havt høvi at síggja og viðgera úrslitini av teimum kanningum, sum gjørdar vóru. Her varð m.a. hugsað um framrokningar av fíggjarlógum fyri komandi ár fyri harvið at fáa hóming av, hvussu livikorini hjá tí einstaka føroyinginum kundu hugsast at verða eftir møguligari stovnan av fullveldi.

Hetta varð ført fram tá, síðani var samband við landsstýrið um júst hetta og aðrar veikleikar í uppskoti landsstýrisins - og varð tað, hann førdi fram, tikið til eftirtektar.

Soleiðis varð føroyingum tryggjað, at


1.orðaskifti varð á løgtingi eftir, at allar kanningar vórðu gjørdar, og áðrenn farið varð undir samáðingar við danir.

2.uttanlandsnevndin var og verður neyvt kunnað og eftirspurd undir samráðingunum.

3.allir flokkar eru umboðaðir í teirri grundlógarnevnd, ið sett varð

4.fólkaatkvøðurnar, ið verða, verða bindandi ? og ikki bert vegleiðandi ? fyri landsstýrið

Alt hetta fyri at forða fyri, at nakað varð smoygt niður yvir føroyingin í óðum verkum, ? veljarin skal neyvt vita fylgjurnar av tí, hann atkvøður um.

Her varð sostatt ein roynd gjørd at fáa ávirkan á uppskot landsstýrisins, heldur enn at seta seg uttan fyri ávirkan.

Føroysku veljararnir valdu teir flokkar, ið nú mynda landsstýrið, í einum lutfalli, ið gjørdi teir førar fyri at finna saman um leiðslu landsins og førda politikkin. Ósamdir ella ikki mega vit virða demokratiska rætt teirra at kunna føra samráðingar um broytingar í framtíðar ríkisrættarligu støðu landsins. Uppgávan hjá andstøðupolitikarunum er m.a. at fylgja við arbeiði teirra, royna at bøta um hetta við samráðingum og fremjan av egnum uppskotum heldur enn fyrilitaleyst at arbeiða ímóti.

Hesin minnilutin undrast á og skilir ikki, at landsstýrið í uppleggi sínum ikki viðger hernaðarligu viðurskiftini, sum vit vórðu tengd at, tá NATO støðir vórðu lagdar á føroyskt øki. Tær frágreiðingar, uttanlandsnevndin hevur fingið um, hví hetta týdningarmikla økið ikki er við í uppritinum, hava als ikki verið nøktandi. Nógv bendir á, at hetta skyldast ósemju innanhýsis millum landsstýrisflokkarnar, og er hetta ein veikleiki, sum kann koma okkum aftur um brekku. Minnilutin heitir á landsstýrið um at fáa greiði á hesum øki og væntar, at ítøkiligar ætlanir verða í tí sáttmálauppskoti, sum landsstýrið leggur fyri uttanlandsnevndini, áðrenn farið verður til samráðingar.

Minnilutanum til stúran tykist landsstýrið at taka undir við tilráðingum embætismanna um eina kós, sum uttan iva slóðar leiðir teirra, sum treytaleyst ynskja Føroyar sum komandi ES limaland. Hetta, frammanundan at siga ja til evruna sum gjaldoyra, fær ikki stuðul og viðmæli frá hesum minnilutanum.

Í uppleggi sínum miðar landsstýrið eftir við avtalum við danir at varðveita núverandi støðið á vælferðarsamfelagnum. Minnilutin loyvir sær at minna á, at ein trygd, grundað á hjálp menniskja, altíð verður svikalig. Harnæst harmar tað minnilutan at staðfesta, at førdi politikkurin seinastu tíðina als ikki sannførir um, at tað er trygdin og trivnaðurin hjá øllum føroyingum, sum liggur monnum fremst í huga. Hugsan minnilutans er, at djúptgangandi hugburðsbroyting krevst hjá samráðandi landsstýrismonnum, um hesir skulu verða førir fyri at umseta føgru orðini í uppritinum ? um trygd, trivna og vælferð ? til veruleika fyri borgaran.