? Flogvallarmálið gevur okkum undirtøku

? Tað er hent nógv í Vágunum seinastu árini, men eftir mínum tykki skuldi meira verið hent, sigur Marjus Dam, tingmaður Sambandsfloksins í Vágunum. Hann gevur fullveldismálinum skyldina fyri, at flogvøllurin ikki er útbygdur

Sambandsflokkurin stendur til at fáa tveir tinglimir í Vágunum við komandi val sambært seinastu veljarakanningini, og Marjus Dam fegnast sjálvandi um hesa framúr stóru undirtøkuna flokkurin fær í Vágunum sambært kanningini í Sosialinum í dag.
? Um Sambandsflokkurin hevði komið til valdið í 1998, og fullveldismálið ongantíð var komið á dagsskránna, hevði flogvøllurin staðið útbygdur í dag, sigur Marjus Dam avgjørdur.
Hann sigur, at so hevði danski statskassin staðið fyri hesi útbyggingini, og tað hevði komið føroyingum til góðar. Undir núverandi umstøðum er vandi fyri, at føroyingar fara at fáa eina eyka rokning uppá nakrar hundrað milliónir krónur, tí at flogvøllurin skal útbyggjast undir øllum umstøðum.
Hetta er sjálvandi lætt at siga, nú seks ár eru liðin síðan fullveldismálið kom ovast á breddan, men Marjus Dam sigur, at vágafólk eru samd í honum í hesum, og tað kundi veljarakanningin eisini bent á.
Vágarnar hava fingið bæði ein undirsjóvartunnil og ein tunnil til Gásadals, men hetta er eftir øllum at døma ikki nóg mikið, tí veljarakanningin er ikki góð fyri samgonguflokkarnar.

Skattalættin gevur atkvøður
? Hendan samgongan hevur latið 400 milliónir krónur, sum Føroya fólk av røttum eigur, av hondum, sigur Marjus Dam, og hann metir, at fullveldismálið er ein álvarslig hóttan móti vælferðini í Føroyum.
Um orsøkirnar til framgongdina hjá sambandinum í Vágunum nevnir Marjus millum annað skattalættan, sum tó ongantíð er kunngjørdur og lagdur fram fyri veljaran.
? Um fólk fingu meira at vita um skattalættan, sum gevur lág- og miðalinntøkum skattalætta, hevði undirtøkan møguliga verið enn størri, sigur Marjus Dam, sum ásannar, at flokkurin burdi upplýst meira um tann "hemmeliga" skattalættan.