Edmund Joensen, fólkatingsmaður, ætlar sær at stilla upp aftur til næsta fólkatingsval. Tað boðaði hann frá á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin.
Hann følir seg langt frá útbrendan, hóast hann er 66 ára gamalur, og sostatt av álvara er farin at nærkast formliga pensjónsaldrinum, nú hann fyllir 67 í heyst.
Fólkatingsval er væntandi í næstum og á landsfundinum gjørdi Edmund Joensen greitt, at vil Sambandsflokkurin stilla hann upp til fólkatingsval, er hann til reiðar at bjóða seg fram.
- Eg havi verið so ósmæðin at bjóða meg fram, vil flokkurin hava meg, segði hann.
Hann staðfestir, at enn er arbeiði eftir at gera á Fólkatingi, sum hann er til reiðar at átaka sær.
- Hugurin stendur framvegis til hetta arbeiði og í øllum lítillætni tori eg at siga, at hetta valskeiðið vísir, at tað ber væl til at fáa góð úrslit, segði Edmund Joensen.
Hann heldur eisini, at tað hevur stóran týdning, at Sambandsflokkurin varðveitir sína umboð í Fólkatingið sum ein mótvekt ímóti loysingarkreftunum.
Edmund Joensen hevur verið leingi í politikki.
Hann varð valdur á Løgting í 1988.
Hann var løgmaður frá september 1994 til mai 1998. Hann var Fólkatingsmaður frá 1994 til 1998, men hann hevði varamann fyri seg ímeðan hann var løgmaður.
Hann varð afturvaldur á Fólkating í 2007 og hevur sitið síðani.
Annars var hann løgtingsformaður frá mai 2002 til februar 2008.
Fyri at fáa alt við, kann eisini nevnast, at hann bleiv Riddari av Dannebrog í juni
1995 og Riddari av Dannebrog 1. grad í januar 1997, umframt at hann varð Kommandørur av Dannebrog í juni 2005.










