? Landsstýrið hevur aldri fingið heimild frá Føroya fólki til at samráðast við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum fullveldi, sum í veruleikanum er tað sama sum at loysa frá Danmark. Tí má føroyski veljarin spyrjast, áðrenn politisku tingingarnarnar um framtíðarstøðu Føroya byrja.
Hetta sigur formaður Sambandsfloksins í tíðindaskrivi mánakvøldið. Hann heldur tað vera alneyðugt við eini fólkaatkvøðu, tí Landsstýrið í veruleikanum hevur tikið sær rættin at tulka úrslitið av seinasta løgtingsvali soleiðis, at føroyingar ynskja at loysa frá Danmark.
Vejarin avger samráðingaruppleggið
Edmund Joensen sigur í tíðindaskrivinum, at seinasta løgtingsval var eitt protestval, har fólk vístu sína ónøgd við bankamálið. Men hann heldur ikki, at hetta er tað sama sum at ynskja loysing frá Danmark. Tí er tað, at Sambandsflokkurin skjýtur upp eina fólkaatkvøðu, har einstaki veljarin verður spurdur, um hann ynskir, at Landsstýrið skal samráða seg fram til at skipa Føroyar sum fullveldi, ella um Landsstýrið skal samráðast við ríkisstjórnina um eina skipan, har Føroyar framvegis eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.
? Sum er, ætlar Landsstýrið fyrst at smíða loysingarsáttmálan og síðani at spyrja fólk um loyvi. Hetta er øvugt mannagongd, sum hevur til endamáls at lirka føroyingar burturúr ríkisfelagsskapinum, sigur formaður Sambandsfloksins.
7. desember
Sambandsflokkurin skjýtur upp, at fólkaatkvøðan verður hildin týsdagin 7. desember í ár. Ætlanin er, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni skal vera grundarlagið undir víðari gongdini í spurninginum um viðurskiftini við Danmark.
Edmund Joensen sigur seg at enda vóna, at hinir flokkarnir á tingi fara at taka undir við uppskoti Sambandsfloksins, sum eftir hansara tykki tryggjar eina demokratiska gongd í hesum álvarsmáli.