kundi sleppa at halda í breyðnum. - Jú, hóast sjúku er mangt stuttligt at minnast aftur á ? eg havi havt ein góðan barndóm og eitt gott lív, sigur Thomina, sum nú er frísk og full av lívsgleði. [...] er krabbamein, mær bagir". - Kristoffer, maður mín, var við mær, og tá vit komu inn á stovuna, varð ein grønlendsk kvinna, sum lá á stovuni, koyrd út. - Hetta helt eg vera løgið, tí kvinnan skilti ikki nóg [...] læknanum og søgdu við meg: "Du har en stærk tro". - Eg græt sjálvsagt, men eg fall ikki saman. Tá ein løta var farin, fóru vit av sjúkrahúsinum. Fáar dagar eftir fóru vit heim til Føroyar. Eri ikki bangin
Higartil havi eg skrivað 10 krimibøkur. Seks um Hannis Martinsson, tvær til ung, eina dukkukrimi til børn og so eina útvarpskrimi. Men hvussu mann nágreiniliga skrivar eina krimi, haldi eg ikki, at eg [...] eg havi nakra greiða fatan av. Um eg fari aftur til mína fyrstu krimi, ”Blíð er summarnátt á Føroyalandi”, sum bleiv skrivað í 1989-90, so var skrivingin merkt av sakloysi og spæli. Eg hevði fingið eina [...] elektriska skrivimaskinu, og har hevði eg einaferð eina seina nátt skrivað nakrar fáar síður, har ein persónur situr og bíðar úti í Kastrup eftir flogfarinum til Føroya. Hesar fáu síður skrivaði eg nú
høll her í bygdini. Tað er eins, og vit einki hava at standa saman um, tá so er. Til hvønn dyst og hvørja venjing skulu vit av bygdini, og ikki minst hjá yngru liðunum er hetta ein ring støða. Seinastu tíðina [...] spyrja, hvussu leingi hann ætlar at halda áfram, er einki ítøkjuligt svar í eygsjón. - Eg havi ofta hugsað, at nú havi eg verið við nóg leingi, og at nú er tíð at gevast, men hugurin kemur tó altíð aftur. [...] spælandi venjari, meðan KÍF var í aðru deild, og eisini her eydnaðist okkum at flyta upp, og síðani havi eg so spælt í fyrstu deild. Tó undantikið eitt ár, har vit vóru í aðru deild og vendu. Tilsamans er
er, at hetta er gjørt tilvitað og í óndari trúgv. Hetta, sum eg her havi nevnt, er mín meining, og tað, sum eg minnist, og sum eg havi spurt fólk um. Tí valdu vit grannar um at søkja Tórshavnar Býráð um [...] var í ferð við at byggja ein barnagarð í sama øki til 180 børn. Tú roynir at siga, at vit grannar eru ímóti teimum minnisveiku. Tú veit, at so er ikki. Tú veit eisini, at ein av okkara góðu grannum er [...] Undirritaði er nærmasti granni til umrødda byggiøki. Umframt at vera havnarmaður og tjóðveldismaður, so havi eg saman við grannunum roynt at fingið meirilutan í Tórshavnar Býráð til at hildið sínar EGNU samtyktir
brúðarkjólin. Eg havi bara eina viðmerking til hendan kjólan, og tað er, at um eg nakrantíð skal giftast, so skal tað vera í honum. Hann var forferdiliga flottur og progressivur. Budam Búi Dam er ein kúllur. Hann [...] Heiðrikur á Heygum er ein listamaður av tí løgna, stuttliga og altíð spennandi slagnum. Kompositiónirnar hjá honum eru 80arasligar, klassiskar, syrutar og topp modernaðar, alt í senn. Framførslurnar hjá [...] altíð útviklast øgiliga deteljerað til at innihalda t.d eitt ljóð afturat, eina broytta laglinju, ein nýggjan klædnastíl ella okkurt heilt annað. Tað fyrsta, ið kom til mín, var, at hetta var ultra kul
pápi komu at kennast longu tá mamma var ein tannáringur, bert 17 ára gomul. Mamma og pápi blivu gift 5. juli ?90, tað minnist eg sera væl. Brúdleypsdagurin var ein vakur sólskinsdagur, øll vóru so glað, [...] grannar, arbeiðsfelagir og nógv nógv onnur. Eg spyrji meg, um tey eisini eru deyð, eg havi ikki hoyrt tað, eg havi pápa, men tað heldur hann ikki, tey vaksnu vita jú vanliga. Eg minnist øll fólkini, ið [...] hvørji tey ymisku fólkini vóru. Mamma hevði oftast eisini ein langan hala av øðrum børnum aftaná sær, tá vit gingu túr. Hesi børnini tók hon sær av, eins og tey kundu verið hennara egnu. Tað er løgið í dag,
Føroya Pro Vita, er ein heilt annar spurningur, men politisku Føroyar kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at ein danskur fólkatingslimur kallar Føroya Pro Vita fyri ein terrorfelagskap. Ein "terrorfelagskapur" [...] felagnum: Føroya Pro Vita. Talan er um ein opnan felagsskap, og ein og hvør sum ynskir at fáa kunnleika um arbeiði teirra kann leita sær inn á www.provita.fo Ein terrorfelagskapur? Á forsíðuni á heimasíðuni [...] verja lív. Lív í móðurlívi. Eiga at mótmæla Tað er tí sera skelkandi at ein danskur fólkatingslimur kallar felagsskapin fyri ein terrorfelagskap, og hesa skuldseting eiga allir Føroyingar at mótmæla harð-liga
saman, at flenna og venja. Við ein vegg situr ein við knøunum upp undir seg og einari hond fyri eyguni. Ein annar gongur runt á gólvinum og syngur, meðan hann snúrar ein stav í allar ættir; minnir meg [...] er ikki hvønn dag, at ein leikur eftir Shakespeare verður settur upp her á klettunum. Og so slett ikki av so óroyndum leikarum, sum teimum handan leikbólkin »Huðrar«. Hetta er ein sjálvstøðugur bólkur av [...] at seta nøkur spennandi ting í verk, púra óheft av øðrum bólkum og feløgum. Ein slík verkætlan er altíð áhugaverd, og eg havi tí sett meg í samband við leikararnar og spurt, um eg kann sleppa at forvitnast
við Ó. og Jenisi. Tá ið endurgivið verður, eigur ein av halda seg til sannleikan. At tey samkyndu júst vóru ein skrásettur bólkur í týningarlegunum, er ein onnur søga. Um at endurgeva rætt. Í januar hevði [...] svarta bók afturat, varð hann meldaður. Ein sending í Lindini um Ole Wick og hansara óskikkiligheit var eftir mínari meining niðanfyri alt lágmark. Eg má siga, eins og ein gomul kona segði, tá ið hesar nýggju [...] eina grein í bløðunum við heitinum. »Kennir tú frásøgnina um Lot«. Jú, hana havi eg lisið fleiri ferðir, og er hon fyri mær ein himmalrópandi mótsøgn, tá talan er um faðirkærleika. Birita Lamhauge Jóansdóttir
bøkurnar. - Ein maður sum Kaj hevur havt sama týdning fyri Føroyar, sum Henry Ford hevði fyri USA. Ein slóðbrótari, sum tað er tíð uppá at virðismeta, sigur hann avgjørdur og prátar ivrigur víðari. Ein lesari [...] Og teimum eru tað fleiri av. Justinus fortelur um ein eldri man, sum kom at fáa bókina signeraða og samstundis gav sær ein brævbjálva. Ì honum var ein frágreiðing um eina hending, sum maðurin helt, at [...] aftur. Kaj-prát Yviri við inngongdina til básin hevur ein maður í grønari ulpu staðið eina góða løtu og kveitt yvir á Justinus. Ì hondini hevur hann ein hvítan plastikkposa. Nú tekur hann dik á seg og gongur