Djarvir ungir sjónleikarar

Í morgin verður leikurin Othello eftir Shakespeare frumframsýndur í Sjón­leikarhúsinum í Havn. Tað er spildurnýggi, sjálvstøðugi leikbólkurin »Huðrar«, ið stendur aftanfyri verkætlanina við Hans Tórgarð í leikstjóra­sessinum. Men er tað ikki rættiliga ambitiøst at fara sum spildurnýggjur, óroyndur leikbólkur at seta ein slíkan stóran og klassiskan leik upp? Jú, sjálvandi er tað tað, heldur eygleiðarin hjá Sosialinum

Tað er ikki hvønn dag, at ein leikur eftir Shakespeare verður settur upp her á klettunum. Og so slett ikki av so óroyndum leikarum, sum teimum handan leikbólkin »Huðrar«. Hetta er ein sjálvstøðugur bólkur av ungum áhugasjónleikarum, ið hava sligið seg saman at seta nøkur spennandi ting í verk, púra óheft av øðrum bólkum og feløgum.

Ein slík verkætlan er altíð áhugaverd, og eg havi tí sett meg í samband við leikararnar og spurt, um eg kann sleppa at forvitnast um hetta vegna Sosialin. Júmen gamaní! Eg skal bara koma framvið, tá tað passar mær. Og tað geri eg.

Virðingin

Eg komi inn aftanfyri pallin. Inn í eitt rokaligt høli. Havi annars bara verið í Sjónleikarhúsinum, tá tað hevur verið stásað og snollað til tiltøk av ymsum slag. Eg gangi beint inn í eitt intenst huglag í totalum friði. Øll eygu vendast og hyggja spyrjandi at mær.

- Á, hatta er Sosialurin, letur í Hans Tórgarð, sum eg spakuliga gangi eftir gólvinum íigjøgnum dramatiska huglagið, ið fyllir rúmið. Eyguni fylgja mær. Enn í totalum friði. Eg kenni innaní mær, hvussu virðingin fyri umhvørvinum vaksur og byrjar at skína út ígjøgnum eyguni á mær. Og eg royni, alt eg kann, at vera rólig, ikki vera ov fjollut og fyri alt í verðini at ansa eftir, at eg ikki snávi á onkrum luti, ið liggur á gólvinum, so eg geri meg fyri skommum. Eg klári at skinkla meg niður ígjøgnum illa farnu trappurnar, frá pallinum og niður á gólvið. Í friðinum blívur ýlið frá trappunum øgiliga gjøgnumtreingjandi, og eg royni at sannføra meg sjálva um, at tað er also ikki eg, sum geri, at tað larmar so. Tað eru bara trappurnar, sum eru gamlar. Tær ljóða heilt sikkurt altíð so. Tað er heilt vanligt, at tær larma. Tað er ikki mín skyld.

Ungt og listarligt

- Hans, sigur djúpa og eyðkenda røddin hjá Harra Tórgarð, tá eg rætti mína hond fram og presenteri meg sjálva. Eitt fast og kontant handalag, sum sigur mær, at maðurin aftanfyri er sjálvsikkur og beinrakin.

Eg hyggi runt. Leikararnir eru hvør sítt stað í hølinum. Tey eru í hvør sínum heimi og skiftast at tosa saman, at flenna og venja. Við ein vegg situr ein við knøunum upp undir seg og einari hond fyri eyguni. Ein annar gongur runt á gólvinum og syngur, meðan hann snúrar ein stav í allar ættir; minnir meg um eina krúnurakaða útgávu av Frank Sinatra. Tvær smílandi gentur dansa og flenna, fnisa um okkurt, sum ikki kemur mær við. Hans er farin upp á pallin at smíða eina træplátu, og stutt eftir liggur ein triðja genta á hesi somu træplátu; í støðum heilt lívleys, meðan hon letur seg glíða oman eftir henni. Hon spælir deyð.

Hetta er so deiliga bohemiskt. Deiliga ungt og listarligt. Ókommersielt. Serliga í mun til teir leikir, ið hava verið frammi seinastu árini í poleraðum Hoydalar hami. Ikki tí, at tað ikki eisini er gott. Hetta er bara nakað heilt annað, sum eg ikki havi sæð leingi her í landinum, og sum er ógvuliga nøktandi at uppliva.

Vakti beinanvegin áhuga

- Ja, eg bleiv knapliga uppringdur ein dagin, byrjar Hans við at siga, tá vit hava sett okkum niður við hvør sínum glasi frammanfyri okkum.

- Í hinum endanum av rørinum fekk eg fortalt av einari ungari kvinnurødd, at tey eru nøkur, ið vilja seta Othello eftir Shakespeare upp. Eg hugsaði beinanvegin, at tey máttu vera skítsvøk. Eitt er at kasta seg út har, ið tað er djúpast, men nakað heilt annað er at leypa útí har, ið tú ert sikkur í, at tú fert at drukna, sigur Hans stórsmílandi.

- Men tað vakti beinanvegin mín áhuga, so eg avgjørdi at hittast við teimum. Tey virkaðu at taka tað í álvara, og tá sigur mann ikki nei. Leikurin er styttur øgiliga nógv, ert tú svakur; at spælt hann í fullari longd hevði tikið einar fýra tímar, og tað krevur eina sovorðna helvitis erfaring bara at koma nær námind av tí. Men tey høvdu altso fingið Jónu Thomsen at vera við sum koreograf, og vit hava fingið inkorporerað koreografiina hjá Jónu soleiðis, at hon virkar sum eitt forteljandi element - onkrastaðni hava vit koyrt allan tekst burturúr scenunum, og lata rørslurnar og tónleikin fortelja ístaðin. Hetta er ikki nakar musikal, men totalteatur við dansi og tónleiki og einum fimm mans orkesturi.

Altíð aktuelt

Hans virkar glaður og spentur. Tað er øgiliga sjónligt, at hetta er ein verkætlan, ið hann veruliga tímir at arbeiða við. Áhugin osar av honum, sum hann greiðir frá og veipar við ørmunum, meðan tað skvatlar í glasinum.

- Othello er altíð ein aktuellur leikur. Hann handlar um øvund, mótsetningar, at úthalda kaos í samfelagnum, at skapa rammur, har ein kann yvirliva. Um kosmisk ting, sum foreina okkum menniskju. Tað snýr seg eisini um meira persónlig forhold; um religión og hvussu ein ikki-kristin klárar seg í einum kristnum samfelag. Tað, at vera fremmandur og royna at tilpassa seg. Sovorðin ting, sum eru aktuell allastaðni. Tað er ein svartur maður í einari siviliseraðari verð. Men tá alt kemur til stykkis, er tað hann, sum er tann mest siviliseraði, og tað er tann reina fasadan, ið borgaraliga samfelagið hevur, sum faktiskt er tann størsta kreppan.

- Hetta ikki ein klassisk uppseting av einum Shakespeare leiki, men tað er eisini ein partur av tí stuttliga við at gera hetta. Tað er altíð spennandi at sleppa at eksperimentera við klassiskum leikum. Og tá tú ert so væl á bylgjulongd við leikararnar, blívur tað bara betri.

Hørð venjing

- Eg hevði ongantíð sæð hesi fólkini, fyrr enn eg hittist við teimum fyrstu ferð at tosa um leikin. Tey hava sum so ongan teknikk. Men tey hava eina rúgvu av vilja og entusiasmu. Tey vilja útfordra seg sjálvi, og skalt tú útfordrast, jamen so mást tú gera tað sjálvur. Tey eru eisini løtt at samstarva við. Tey lurta og vilja útvikla seg. Og alt hetta hevur elvt til, at projektið er blivið ordiliga professionelt við einum stórum budgetti. Tað er ein langur listi av professionellum fólki, ið eru involverað.

- Tey hava eisini arbeitt skidehart nú ígjøgnum tríggjar mánaðar. Men tað hevur ongantíð verið nakar, sum hevur grenjað ella verið skuffaður. Tey koyra bara á og pressa seg sjálvan. Og eg eri imponeraður, tí tey gera tað ólukksáliga væl. Faktiskt varð eg imponeraður av, at tey yvirhøvur kendu Shakespeare, so ung tey eru, sigur Hans, meðan smílibondini hála í vinstra munnklovan.

At skapa eitt upplivilsi

- Tað hevur stóran týdning, at tey sleppa at útfolda seg. At mann ikki læsir tey inn í rammur, men letur tey sjálvi finna útav, hvussu tú gevur eitt upplivilsi víðari. At tú ikki endiliga skalt liva teg so ólukksáliga nógv inn í eina rollu, men at tú dugir at gera rolluna sjálvur, soleiðis at áskoðarin fangar tað. Tað kann nevniliga vera farligt at fara ov langt inn í teg sjálvan, tí tú kanst enda við at gloyma tann persónin, ið er við síðun av tær og skal taka ímóti tí, tú úttrykkir. Men hesir leikararnir klára tað væl. Tey hava kastað seg út, har tað er djúpast, men tey eru ikki druknað. Eg eri bara glaður fyri at sleppa at vera við til at hjálpa teimum at fáa hetta produktið framm, tí at hetta er líka mennandi fyri meg, sum tað er fyri tey.