Tað kennist sum inni í holuni hjá Aladdin her í básinum hjá Leikalund á Sølustevnuni í Klaksvík. Stakkar av bókum á gólvinum, borðunum og allastaðni, har eitt lítið pláss er. Ein høgur Harry Potter bókastakkur hevur fingið eina gyklandi fína reyða silkisloyfu um fleiri túsund síður langa ævintýrið ...
Apan
Í einum króki, í glæmuni frá livandi ljósunum situr rithøvundurin Justinus L. Eidesgaard. Á borðinum við síðuna av liggja uppaftur nakrir stakkar av enn einum ævintýri um gávuríka unglingin Kaj, sum droymdi stórar skiparadreymar, og endaði sum ... ja, tað vita vit ikki rættiliga enn, tí søgan um hjá Justinus um Kaj er ikki liðug. Onnur bókin í røðini er júst komin, og tað er hana, Justinus situr her í krókinum og signerar hendan seinnapartin.
Men stakkurin av bókum er eisini søgan um tíðindamannin, sum droymdi um at gerast rithøvundur. Og hvussu er, bleiv tað nú so spennandi, sum hann hevði ímyndað sær?
- Ja, avgjørt. Og tó, tómrúmið eftir at tú hevur latið bókina frá tær, kann verða ringt at venja seg við. Og so kenslan av at hava avdúkað seg sjálvan. Sjálvt um alt, sum stendur at lesa í bókunum um Kaj, kann prógvast, er tað framvegis eg, sum velji, hvat eg fortelji um Kaj. Og tað avdúkar rættiliga nógv um meg. So beint nú føli eg meg sum eina nakna apu í einum búri, sigur Justinus, og kveitir yvir á longu røðinar av fólki, sum steðga á at heilsa uppá apuna.
Men tað tekur Justinus fegin við, nú hann er sloppin at gera rithøvundadreymin til veruleika.
- Eg trúgvi at øll tíðindafólk droyma um at skriva ta ultimativu greinina. Hetta gjørdist so mín, tí eg trúgvi ikki, eg nakrantíð komi at skriva eitt verk, sum hetta, aftur.
Kaj-prát
Yviri við inngongdina til básin hevur ein maður í grønari ulpu staðið eina góða løtu og kveitt yvir á Justinus. Ì hondini hevur hann ein hvítan plastikkposa. Nú tekur hann dik á seg og gongur beint yvir móti høvundanum
- Góðan dagin, sigur hann og hyggur eitt sindur forvitin og kannandi at høvundanum.
- Eg hugsaði, um tú vildi skriva í hesa bókina, heldur hann fram og tekur eitt eintak av Kaj 2 upp úr posanum.
- Tað skal ikki standa á, sigur Justinus ramliga og tekur gylta fyllipennin úr skjúrtulummanum. Meðan hann skrivar, boyggir maðurin seg niður ímóti hinum og sigur eitt sindur lágmætur.
- Hetta er eitt óført verk, tú hevur skrivað ...
Justinus smílist og hyggur upp
- Takk skalt tú hava. Tað var stuttligt at hoyra tú heldur ikki, at eg gangi persónunum ov nær?
- Nei, nei slett ikki. Tí, sært tú, eg eri í familju við Kaj og ....
Meðan teir báðir, høvundurin og lesarin, fáa sær eitt innforstaðið prát um Kaj og hansara avrik, koma fleiri til, sum eisini vilja ogna sær signaturin hjá Justinus, nú tey hava høvið. Í skravandi ljóðinum frá fyllipenninum prátar Justinus og svarar forvitnum spurningum. Tað tykist sum, at lesararnir kenna søguna um Kaj minst líka væl, sum Justinus. Ì øllum førum tann partin, tey hava lisið higartil, og nú fregnast tey longu eftir, nær triðja bókin kemur.
- Tað verður ikki rættiliga enn, sigur Justinus og smílist eitt sindur loyndarfullur. Hann sær út til at hugna sær óført og jú, hann dylur ikki yvir, at tað er nakað heilt serstakt við at hitta lesararnar soleiðis andlit til andlits.
- Tað er altíð spennandi at hoyra reaktiónirnar hjá fólki. Nógvir av mínum lesarum hava jú okkurt serligt tilknýti til Kaj ella hendingarnar, so tey hava ofta okkurt áhugavert at leggja afturat.
Ein góð kensla
Bøkurnar um Kaj hava onga reyða silkisloyfu, og ofta ganga tær persónunum óvanliga nær. Men sum heild hava fólk foreint seg við eisini teir minni smikrandi upplýsingarnar, eftir at tey hava sodnað teir. Justinus hevur hvørki gjørt Kaj til eina hetju ella tað øvuta. Bara greitt frá menniskjanum Kaj, hansara tíð og umstøðum eftir at hava granskað øll hugsandi skjøl væl og virðiliga.
- Eg setti mær fyri at skriva eina dokumentariska ævisøgu, og tað havi eg hildið fast í. Eisini sjálvt um tað hava verið løtur, har tað hevur verið freistandi at pynta við tankan um, at eg so seldi fleiri bøkur, sigur Justinus bersøgin.
- Í dag eri eg errin av, at eg havi gjørt tað, eg setti mær fyri. Tað er ein góð kensla ...
Bøkurnar um Kaj hava selt væl, men tað skal eisini arbeiðast hart fyri tí. Og Justinus viðgongur, at júst tann partin av at vera rithøvundur vildi hann helst sloppið undan. Alt hetta við sølu áttu professionell forløg at tikið sær av, so rithøvundurin slapp at hvíla seg ella halda fram við næstu bók í friði og náðum, sigur Justinus og suffar eitt sindur.
- Lat okkum vóna, at politikarnir ein dag finna út av at virðismeta okkara arbeiði við at løna rithøvundum sum øðrum, ið hava eitt starv at røkja. Tað kundi jú hugsast, at lesararnir tá fingu fleiri og betri bøkur at velja ímillum.
Kaj og Henry Ford
- Hey Justinus. Kom og skriva tín autograf í her! Ein heldur bráður og prátingarsamur ungur maður trýstir eitt eintak av Kaj 2 í hondina á Justinus og bíðar spentur
- Eg havi keypt abba hana í jólagávu. Hann fekk ta fyrru síðsta ár, fortelur hann, men skundar sær at leggja afturat, at hann eisini sjálvur hevur lisið bøkurnar.
- Ein maður sum Kaj hevur havt sama týdning fyri Føroyar, sum Henry Ford hevði fyri USA. Ein slóðbrótari, sum tað er tíð uppá at virðismeta, sigur hann avgjørdur og prátar ivrigur víðari.
Ein lesari, sum veruliga livir seg inn i søguna, má man siga. Og teimum eru tað fleiri av. Justinus fortelur um ein eldri man, sum kom at fáa bókina signeraða og samstundis gav sær ein brævbjálva. Ì honum var ein frágreiðing um eina hending, sum maðurin helt, at Justinus átti at tikið við í sína næstu bók um Kaj.
Átta mánaðir av núum
Við bókunum um Kaj hevur Justinus tikið sínar lesarar við sær inn í eina søgu, hann sjálvur fegin vil hoyra. Og tí skrivar hann eisini á ein hátt, so hann sjálvur hevði tímað at lisið bøkurnar. Tað er allatíðina mátistokkurin. Byrjar Justinus at keða seg, steðgar hann at skriva, inntil hann aftur fær givið søguni lív.
- Summi skriva søgur fyri at varveita tað føroyska málið. Eg skrivi fyri at fortelja eina søgu mína søgu um Kaj, ikki ta endaligu, sigur Justinus, sum ikki heldur tað vera órógvandi fyri skrivigleðina, at hann hevur valt at halda eg so neyvt til skjøl og prógv um næstan alt.
- Tað er við teimum smáu detaljunum, at persónarnir og teirra atburður verður so livandi, at tað er sum at vera har sjálvur. Eg nýtist ikki at hava alla bókina lidna í høvdinum, áðrenn eg byrji at skriva. Men eg má biðja ein lækna greiða mær frá, hvussu tað er at hava tuberklar fyri at kunna fortelja, hvussu Kaj føldi tað, tá hann lá sjúkur. Tað eru hesir smærru samanhangirnir, sum geva góðu skriviløturnar. Kaj 2 er átta mánaðir av góðum núum, har síðurnar næstan skrivaðu seg sjálvar.
Ótolnu Kaj-lesararnir mugu brynja seg við toli, tí triðja bókin kemur ikki fyrr enn á heysti 2007. Fyrst fer Justinus nevniliga í holt við eina heilt aðra skriviavbjóðing við støði í sínum upplivingum sum hjálparfólk í Sjómanskirkjuni í Singapore seinast í 90unum ein reflektión yvir møti millum ein vesturlending og orientalska mentan, sum hann fyribils kallar bókina.