Hugleiðingar um mammu okkara

Hugleiðingar um mammu okkara Fridriku Lenvig lærarinnu, ið hevði verið 41 ár 16. apríl

Eg eiti Irdi og eri elst av okkum trimum systkjunum. Lóa er miðlingabarnið, meðan lítlibeiggi okkara eitur Ronni. Saman eru vit ein lítil familja, saman við pápa okkara.

Tíverri manglar tann eini týdningarmikli limurin í familju okkara og tað er okkara elskaða mamma Fridrika, ið doyði frá okkum fyri trimum árum síðani.

Vit sakna mammu okkara ómetaliga nógv, at tað er heilt ógjørligt at siga við fáum orðum á blað her.

Mamma gjørdist bert 37 ára gomul, hon var sjúk stutta tíð, so stutt at ongin okkara fekk reiðiliga stundir at venja seg við sjúku hennara og als ikki við avleiðingarnar, sum vildu koma um vit mistu hana.

Mamma var eitt ótrúligt menniskja á so mangan hátt.

Hon var útbúgvin lærarinna, og hevði somuleiðis nomið sær kunnleika innan alt handligt ítriv, so sum seyming, binding, veving o.m.a.?

Mamma var eisini lærari í svimjing, og bleiv tað eisini eitt av hennara ítrivum saman við okkum.

Mammusa mál, sum lærarinna var at geva børnunum hon undirvísti, tað besta hon hevði innanborða, og tað var ikki so lítið.

Hon hevði altíð stak gott samband við foreldrini at teimum børnum hon undirvísti.

Mamma gav sær altíð tíð til at tosa við fólk, og ikki minst at lurta, fyri síðani at koma við onkrum positivum viðmerkingum, og tað er millum annað á henda hátt, vit minnast mammu frá dagligdegnum.

Mamma var ein glað og skemtingarsom sál, ið ongantíð tosaði um seg sjálva. Hon var altíð smílandi og vinarlig frá morgni at kvøldið.

Mamma samlaði als ikki uppá trupulleikar, men var altíð fús at seta sítt egna til viks, fyri síðani at hjálpa øðrum við átrokandi uppgávum av ymsum slag.

Mamma var eisini av tí slagnum, ið heldur ikki var bangin fyri at royna nakað nýtt av og á.

Hon var als ikki bangin fyri at átaka sær eina ókenda uppgávu, og oftast gekk tað skjótt, so visti hon júst, hvussu hon skuldi føra seg fram.

Um eg skal siga nakað um hendurnar á mammu, sum standa so klárar fyri mær, tá komi eg fyrst at hugsa um allar okkara heimabundnu kjólar, troyggjur, húgvur, hosur og mangt, mangt annað, nú gráti eg mamma?

Mamma bant eisini við maskinu og vevaði somuleiðis, tað mesta hevði hon óivað lært seg sjálv.

Eg síggi tvær seymimaskinur standa framman fyri mær, nú eru tær deyðar. Hesar seymimaskinurnar minna meg mest um tveir eineggjaðar tvíburðar, sum hava fylgst í øllum, bæði dag og nátt.

Eg sakni ljóðið frá seymimaskinunum, sum hava seymað okkum tey fínastu klæðini, og hvørt ljóð altíð bar boð um at mamma við hús, nú gráti eg aftur mamma?

Mamma seymaði ikki bara uppá okkum, nei hon seymaði fyri grannar, familju, vinir og kenningar, og ikki at gloyma fleiri handilsfyritøkur her í Havnini.

Hetta hevði við sær, at ókunnufólk oftast vóru inni á gólvinum hjá mammu, við mangum ivasomum hugskotinum til seymingar, og skilti eg við hvørt, at viðkomandi ikki helt seg til at seta nálina í eitt ella annað, men mamma tosaði ikki so nógv um tað, hon fór bara í gongd.

Mamma og pápi komu at kennast longu tá mamma var ein tannáringur, bert 17 ára gomul.

Mamma og pápi blivu gift 5. juli ?90, tað minnist eg sera væl. Brúdleypsdagurin var ein vakur sólskinsdagur, øll vóru so glað, ikki minst mamma og pápi, alt sá ljóst út fyri hesi lítlu familju, og vit fóru til Danmarkar við Norrønu dagin eftir brúdleypið.

Eg minnist nógvar søgur, sum mamma hevur sagt mær, eisini um meg sjálva, tá eg var heilt lítil.

Eg fekk t.d. bróstamjólk sera leingi, men so segði mamma, at nú er eingin styrki í mjólkini longur, tí gevast vit nú, so fekk eg ikki fleiri bróstadropar.

Eg brúkti eisini tátu, blæðu og fløsku, sum onnur børn, men summarið tá eg fylti 2 ár, vóru vit mamma og pápi í Svøríki í summarfrí.

Hetta var ein sera góður túrur, hvat mamma og pápi hava sagt. Tað summarið legði eg av, bæði tátu, blæðu og fløsku og stolt var eg sjálvandi og mamma og pápi gleddust saman við mær, tí teirra lítli eygnasteinur var blivin so stór.

Mamma hevur eisini sagt mær, at eg lá leingi úti í barnavogninum og svav. Tað endaði við at eg var blivin so stór, at eg koppaði vogninum, men tað hendi mær einki. Góða mamma eg sakni teg.

Hvar blivu øll av, sum mamma kendi so væl, vinir, grannar, arbeiðsfelagir og nógv nógv onnur. Eg spyrji meg, um tey eisini eru deyð, eg havi ikki hoyrt tað, eg havi pápa, men tað heldur hann ikki, tey vaksnu vita jú vanliga.

Eg minnist øll fólkini, ið komu inn til okkara meðan mamma stóð undir børu. Ja, tað var sum sild í tunnu, men í dag er steindeytt um dyr okkara.

Eg kann eisini minnast, at onkur segði við pápa aftaná jarðarferðina, meðan eg hoyrdi, at viðkomandi hevði ikki sæð stórt fleiri fólk til eina jarðarferð, enn fylgið aftaná mammu. Eg rokni við, tú hoyrir meg gráta nú mamma, hevði tú bara verið her og troysta meg í tínum mjúka favni.

Mamma heilsaði altíð uppá fólk, tá vit gingu túr, líkamikið um hon kendi tey væl ella minni væl. Hon var sera áhugað í familju, so hon visti altíð hvørji tey ymisku fólkini vóru.

Mamma hevði oftast eisini ein langan hala av øðrum børnum aftaná sær, tá vit gingu túr. Hesi børnini tók hon sær av, eins og tey kundu verið hennara egnu.

Tað er løgið í dag, tá pápi gongur í býnum við okkum, tí nú er tað so gott sum eingin av teimum fólkunum, sum mamma kendi so væl, ið torir at heilsa uppá okkum longur og als ikki at steðga á til eitt lítið prát.

Hesi mongu fólkini ganga beint framvið okkum, eg kenni tey jú, kanska skifta tey gongubreyt, hyggja til viks, ja onkur hevði óivað hugsað sær eitt djúpt hol at kropið niður í, sum tað sær út.

Eru fólk so løgin, ella eru tey bangin fyri at síggja deyðan í eyguni. Mamma hevði verið ógvuliga hørm, um hon hevði vitað um alt hetta.

Fólk nýtast ikki at vera bangin fyri at tosa við okkum um okkara elskaðu mammu, sum vit sakna og leingjast so ómetaliga nógv eftir, tí eg eri heilt sannførd um, at mamma framvegis fylgir við okkum børnum í øllum vit havast at, annars hevði tað ikki verið mamma okkara.

Eg havi tíverri ikki tað stóra álitið á øllum vaksnum fólkum longur, sum eg hevði, áðrenn vit mistu okkara høgt elskaðu mammu.

Hvat skal man nýta vinir og familju og fleiri til, tá hesi sýnast ikki at hjálpa tá ein er langt niðri, í størstu neyð, orsakað av missi, stórari sorg og sakni.

Kann nakað vera verri enn at missa mammu sína, hjá so smáum børnum, sum nú í okkara føri, og aftaná venda næstan øll ryggin til, tí vit børn síggja »normal« út, men tað er eingin, ið hugsar um tey stóru bløðandi sár sum bæði vit bøn og pápi okkara hava innanborða, eftir missin av tí elskaðu mammu, ið eg ongantíð gloymi.

Hvat hendir við fólkum, sum taka slíkan avstand frá teimum, ið hava havt deyðan á vitjan, sum í okkara føri, tí eg eri heilt sannførd um, at mamma hevði verið tann fyrsta til at ofra hjálp.

Hinvegin taki eg stórliga synd í hesum fólkum, tí vit blíva øll fyrr ella seinni, eina ella fleiri ferðir stillaði skák mát við óhugna í samband við deyðan.

Vit eru nú blivin trý ár eldri, síðani vit mistu teg góða mamma. Tú hevði verið glað, um tú sást hvussu nógv vit eru vaksin.

Ronni var jú bert tvey ár, tá vit mistu teg. Hann tosar nógv um teg, og tað frøðir okkum at hoyra hann siga »elskaða mamma Fridrika«, men eg havi ilt við at trúgva, at hann minnist alt tað vakra við tær, men tá hann sær myndirnar av tær og okkum, er eingin ivi.

Lóa var bert 5 ár tá vit mistu mammu. Hon er nú farin í skúla og líkist júst tær mamma, glað, vinarlig, stuttlig og sera uppfinnsom.

Heitir tankar fara til tykkum, omma og abbi úti á Frælsinum, at tit skuldu fáa so stóra sorg at dragast við nú tit ikki eru heilt ung longur.

Malan gumma tú ert heldur ikki gloymd, vit hava altíð havt tey so kæra, men tú hevur heldur ikki havt tað lættast tey seinastu árini.

Og tykkum fáu, ið vita hvør tit eru, men eingin nevndur, sum hava rætt eina hond, tá biði hevur verið um tað, takka vit hjartaliga.

Somuleiðis ein stór tøkk til arbeiðsplássið hjá pápa fyri vinarlag teirra.

At enda vil eg takka tær elskaða mamma fyri, at tað blivu júst tú og pápi, ið gjørdust foreldur okkara.

Vit elska og sakna teg góða mamma, men hugsa og tosa um teg hvønn dag.


Dóttir tín Irdi