Poppur og móti í serflokki

Í sambandi við føðingardagin hjá Norðurlandahúsinum fríggjadagin, var stórt hátíðarhald. Í tí rættiliga varierandi skránni vóru nøkur innsløg av føroyskum tónleiki og móta. Eitt nú trý deiliga etablerað poppnøvn, sum øll leveraðu eina lekra framførslu og so uber-modernaðu mótasýningarnar við Barbaru í Gongini, Jóhannu á Steinum og Guðrun og Guðrun

Heiðrikur á Heygum er ein listamaður av tí løgna, stuttliga og altíð spennandi slagnum. Kompositiónirnar hjá honum eru 80arasligar, klassiskar, syrutar og topp modernaðar, alt í senn. Framførslurnar hjá honum eru altíð stuttligar at hyggja at, tí tær ongantíð eru líka, men altíð útviklast øgiliga deteljerað til at innihalda t.d eitt ljóð afturat, eina broytta laglinju, ein nýggjan klædnastíl ella okkurt heilt annað. Tað fyrsta, ið kom til mín, var, at hetta var ultra kul. Tað var sum at vera í 80unum. Kulissurnar, sum eg annars helt vera øgiliga ótíðarhóskandi og keðiligar at profilera føðingardagin hjá Norðurlandahúsinum við, passaðu perfekt til framførsluna hjá Heiðriki. Teir ljósareyðu og lillafarvaðu litirnir og diskoljósini, ið reikaðu runt í hølinum, útstrálaðu totalan 80ara stíl. Tá tónleikurin harafturat innihelt eina rúgvu av íblásturi frá hesum tíðarskeiðinum, bleiv heildin rættiliga stuttlig og surrealistisk. Serliga tá tað gekk upp fyri mær, at hatta tíðarskeiðið faktiskt var fyri 20 árum síðani! Men feitt, at mann kann síggja tað aftur í dag. Í einari uppdateraðari ljóðmynd – sum hjá Heiðriki. Við honum á pallinum vóru Heðin Ziska Davidsen á gittara, Janus Rasmussen á synthar og loops, Heiðrun Petersen á violin og Tóri Restorff á cello. Tey framførdu fyrst »Tár Torna« og síðani hittið og staklagið »Jealous«. Ljóðið var ekstremt gott, sum ein bara kann vænta sær tað í Norðurlandahúsinum. Men eg haldi tó saktans, at tað kundi verið ógvusligari; at ljóðmaðurin skuldi loyvt tónleikinum at komi harðari út; at skrúva harðari frá. Rútmurnar, ið Janus hevði programmerað, vóru feitar og riggaðu væl til tónleikin, men tær hoyrdust bara ikki nóg væl. Og tað er spell, tá meiningin við slíkum rútmum er, at mann skal hoyra tær. At tær skulu rista í teg, og at tú skalt merkja tær upp gjøgnum bibburnar – ella sum i hesum, sitandi førinum – upp gjøgnum afturpartin. Guðrun & Guðrun og Jóhanna á Steinum Eg veit ikki, um eg nakrantíð havi sæð nakað so flott og totalt-fingurin-á-pulsin-sligt her í Føroyum sum mótaframsýningarnar við teimum trimum nøvnunum Guðrun & Guðrun, Jóhannu á Steinum og Barbaru i Gongini hendan dagin uppi í Norðurlandahúsinum. Tað er fyri stuttari tíð síðani gingið upp fyri mær, hvussu høgum støði føroyskir sniðgevar eru á, og eg haldi, at tað er heilt merkverdugt, at eg ikki havi fingið hetta við fyrr. Eg kann bara gita meg til, at tað eru snævru karmarnir her í landinum, sum gera, at føroyski mótin hevur verið so undirprioriteraður. Tað er ikki fyrr enn nú, at vit byrja at opna eyguni fyri honum. Og tíbetur gera vit tað! Fyrst sóðu vit klæðini hjá Guðrun og Jóhannu. Barbara, sum vísti sína sniðgeving seinni á kvøldinum, hevði eisini staðið fyri sýningini hjá teimum; hevði m.a koreograferað og útvegað modellirnar. Og tað var so kul, so progressivt og so feitt at síggja føroyskan klædnamóta so up to date. At tað ikki bara eru klæðir, men at tað eru klæðir í einum samanhangi. At tónleikur, umstøður, hár, andlit, rørslur og úttrykk eisini spæla inn, og at tú – um tú vilt – kanst skapa tær ein egnan stíl, um tú bara loyvir tær sjálvum at seta hesi tingini saman soleiðis, sum tú ynskir tað. Modellirnar komu gangandi eftir gólvinum við kinesiskum dukku/robott rørslum. Afturvið var feitur afro/kinesiskur tónleikur. Tær vóru í fasinerandi mynsturbundnum kjólum og troyggjum hjá Jóhannu og somuleiðis í lekrum, bleytt bundnum kjólum hjá Guðrun & Guðrun. Rørslurnar hjá teimum vóru fantastiskar; hendur og føtur stívar, andlitið kalt og hárið sett upp a la Blade Runner robott-damur. Tvær teirra møttust á miðjuni. Hendur teirra nærkaðust spakuliga, møttust og ferðaðust í ring, meðan tær undrandi hugdu at hvørjari aðrari. Eín feit illustratión/konstatering um hita í tí kalda; um kenslur í tí kensluleysa. Tveir lutir skaraðu framúr í mínum eygum: lekru dukkukjólarnir hjá Guðrun & Guðrun við víða, opna rygginum og ballettkjóla líknandi sniðinum niður um hoftirnar og føroyska mannfólkahúgvan hjá Jóhannu á Steinum, ið hon hevur gjørt bláa og brongluta, og sum situr ótrúliga væl á einum kvinnuhøvdi. Eivør Pálsdóttir Eina løtu seinni, aftaná klassiskan tónleik, røður og yrkingaupplestur, trein Eivør á pallin við bólki sínum. Hon legði út við einum nýggjum, lekrum popp lagi. Seinna lagið var »Nú Brennur Tú í Mær«, sum eg haldi bara blívur betri og betri fyri hvørja ferð, hon framførir tað live. Í einum flottum, villum kjóla hjá Barbaru í Gongini var hon tann ultimativa, førførandi trøllakonan. Í endanum á »Nú Brennur Tú í Mær« gekk hon totalt amokk og rann niðan gjøgnum trappurnar í salinum, villari og meira hugtakandi enn nakrantíð. Barbara í Gongini Vatnsplask ljóðaði gjøgnum salin, og tónleikur a la Boards of Canada (veit ikki, um tað vóru teir ella ikki) hoyrdist sníkja seg fram í hátalarunum. Inn komu modellirnar aftur, summar høgar og klænar, summar styttri og rundari, allar líka vakrar og flottar í lekra, svarta universinum hjá Barbaru í Gongini. Hetta var ein partur av summarkollektiónini hjá Barbaru, og sniðini eru eisini avgjørt nakað, ið eg sjálv kann ímynda meg ganga í í summar. Tey eru frek, ráð, myrk, kul, skeiv og stílfull. Alt kolasvart við bara einari modell í hvítum klæðum. Koreografiin var einføld og tjekkað. Modellirnar gingu inn og vórðu verandi á pallinum. Fyrst ein, sum gekk aftur og fram framvið øllum pallinum. Tá hon kom aftur til byrjanarpunktið og vendi sær við, kom tann næsta modellin inn og fylgdi henni aftur og fram framvið pallin. Og soleiðis gingu tær aftur og fram, inntil tann síðsta var komin innar, og tá steðgaðu tær mitt á pallinum. So kom høvuðsverkið hjá Barbaru. Svarti, knýtti brúðarkjólin. Eg havi bara eina viðmerking til hendan kjólan, og tað er, at um eg nakrantíð skal giftast, so skal tað vera í honum. Hann var forferdiliga flottur og progressivur. Budam Búi Dam er ein kúllur. Hann stillar seg á pallin og opnar fyri øllum, sum fólk annars kenna sum tabu. Og tað er so feitt, tí vit hava totalt tørv á tí her á klettunum. At fólk tora at gera ting, sum fara útum normarnar og gera stikk mótsatt tí, sum hampiligheit og borgaraligheit annars roynir at læra okkum. Tí heimurin er meira enn hampiligheit og borgaraligheit, og tað kann mann ofta gloyma í einum lítlum samfelagi sum okkara. Búi legði út við einari søgu um tað at lata sáð frá sær, sum á góðum gerandismálið eitur »at koma«. Hann greiddi frá á greiðum, enskum máli, at nakrir menn í Japan ongantíð koma, tá teir eru í seksuellari interaktión. Teir trúgva, at tú missir orku og kraft, um tú gert tað. Men um tú hevur seksuella interaktión uttan at koma, byggir tú ístaðin upp orku og kraft. Teir trúgva eisini, at mann eldist, tá mann kemur. So teir telja ikki aldurin eftir árum, men eftir hvussu ofta mann er komin ígjøgnum lívið. Summir, tá teir presentera sín aldur, eru tískil trý ár. Ella fimm. Ella 13, kanska enntá 14. - Men hvat sker, um vit í vesturheiminum byrja at telja okkara aldur uppá handan mátan? spurdi Búi. - Hvussu gamlir eru vit? Tað er sikkurt ógvuliga varierandi, men eitt er vist, og tað er, at vit eru øgiliga, øgiliga gamlir, endaði han við at siga, og ikki ein munnklovi í salinum var í friði. Búi var ræðuliga væl upplagdur hetta kvøldið, ljóðið var fantastiskt, og tónleikararnir spældu væl. Eg haldi næstan, at hann var betri upplagdur enn nakrantíð áður, tí eg havi ongantíð sæð hann so útfoldaðan og peppaðan. Sjónleikarin í honum kom langt út um pallkantin og fekk gott og væl allar damurnar í salinum at fnisa. Eg haldi, at hann hóskar seg best á einum rúmligum palli við ordiligum ljóðumstøðum, har hann ordiliga fær pláss at ganga amokk og har rødd hansara er í einum ordiligum klangi. Tað er tá, hann er stuttligast og mest sjarmerandi og veruliga nær út til øll tey, ið eru til staðar og lurta. At sleppa at elska og hata Tiltøkini, sum vóru stáplað upp hetta kvøldið, vóru ógvuliga fjølbroytt í stíli, og mær dámdi verri enn so alt. Eg var tó í tí hepnu støðu, at eg bara skuldi leggja mær populera tónleikin og mótan í geyma, og eg haldi, at hesi vóru eitt deiliga hóskandi suplement til ta fínmentanina, sum eisini varð umboðað, eitt nú verkini eftir Kára Bæk og Róa Paturson, sum eru ein heilt annar heimur enn populeri tónleikurin og mótin. Tað vóru góðir mótpólar, sum gjørdu, at tú fekst pláss sum áskoðari at bæði elska og hata, smílast og irriterast. Haldi, at tað er gott, tá tað snýr seg um eitt so stórt tiltak. Annars er vandi fyri, at mann vamlast og druknar í poleraðum bróstsukuri og sjokolatasós. Eg vil heldur hava eitt sindur av hvørjum, so eg ordiliga sleppi at taka støðu til tað, ið eg upplivi. Annars keði eg meg. Tað gjørdi eg tó ikki hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum, tí har var eitt sindur av hvørjum. Alt hevði okkurt uppá seg, bara fullkomiliga uppá hvør sín máta. Og tað er stuttligt, tá mann hevur væntað sær tað øðrvísi.