.... og sjálvandi skal Naser Khader taka ákærurnar aftur.
Vit eru mong sum í hesum døgum harmast um harðliga boðskapin hjá Naser Khader, fólkatingslimi fyri Radikala Venstre í Danmark.
Beint upp undir jól kallar hann Føroya Pro Vita fyri ein terrofelagskap.
Føroya Pro Vita hevur líka síðani felagið var sett á stovn, gjørt eitt gott og fyrimyndarligt arbeiði, og endamálið við felagsskapinum er at verja lív. Lív í móðurlívi.
Eiga at mótmæla
Tað er tí sera skelkandi at ein danskur fólkatingslimur kallar felagsskapin fyri ein terrorfelagskap, og hesa skuldseting eiga allir Føroyingar at mótmæla harð-liga. Ikki bara tí at talan er um Føroya Pro Vita, men eisini tí at talan er um mannarættindi, frælsi at skipa feløg eru treytað rættindi. Hesi rættindi skulu treytaleyst virðast.
Havi varhugan av, at tað eru mong sum halda, at talan er um ein hysteriskan felagsskap, og vilja tengja endamál felagsins uppí trongskygdan átrúnað.
Soleiðis er ikki mín uppfatan av felagnum: Føroya Pro Vita. Talan er um ein opnan felagsskap, og ein og hvør sum ynskir at fáa kunnleika um arbeiði teirra kann leita sær inn á www.provita.fo
Ein terrorfelagskapur?
Á forsíðuni á heimasíðuni hevur felagið eina einfalda lýsing av sínum arbeiði: "Pro Vita, íð merkir "fyri lívi" er ein felagsskapur, íð virkar fyri at verja mannalív, heilt frá gitnaði til natúrligan deyða". Endamálið er lívsjáttandi, og tað er tað vit hava brúk fyri.
At so ikki øll eru samd við endamálsorðingunum hjá Føroya Pro Vita, er ein heilt annar spurningur, men politisku Føroyar kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at ein danskur fólkatingslimur kallar Føroya Pro Vita fyri ein terrorfelagskap. Ein "terrorfelagskapur" stendur fyri kríggi, dráp, píning, hungur, ótta og sorg.
Føroya Pro Vita er fyrst og fremst ein upplýsandi felagsskapur, sum vegleiðir og hjálpir, og kann á ongan hátt lýsast sum ein "terrorfelagsskapur"
Hvør er næstur á listanum?
Farið við hesum at heita á alla politisku skipanna í Føroyum, og allar felagsskapir um at mótmæla ódámligu lýsingina hjá Naser Khader, fólkatingslimi av Føroya Pro Vita. Sleppur hendan skuldseting at standa einsamøll, so er spurningurin hvat felag sum er næst á listanum sum verður kallaður fyri "terrorfelagsskapur", møguliga Javni, Blindafelagið, Unga Tjóðveldið, Fólk fyri friði, MBF. Hvør veit? Ódámligt er tað í hvussu er.










