Hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum, Petur Martin Johansen. Síðani hann sum 17 ára gamal fyri fyrstu ferð slapp at royna seg á besta mansliðnum hjá Kyndli, hevur dystartalið verið stórt.
Eftir tvey ár í Havnini fór hann aftur til barndómsfelagið, KÍF, og tað er eisini í samband við KÍF, at fólk flest bera kenslu við navn hansara. Samanlagt er tað blivið til 20 ár á hægsta støði fyri hansara viðkomandi, og hóast tað neyvan verða 20 ár afturat, so hevur hann enn ongar ætlanir um at steðga.
Gjøgnum ár og dag er tað sjálvandi vorðið til eitt sindur av hvørjum. Dystir og felagsarbeiðið hava sjálvandi givið hópatals royndir, og fyri at frætta eitt sindur um alt hetta, høvdu vit nú eitt kvøldið sett honum stevnu heima í Kollafiriði.
Byrjaði í Kyndli
Sum nevnt, so byrjaði tíðin í fremstu hondbóltsrøðini við Kyndli, hóast tað er úr KÍF, at fólk flest við navn hansara. Hetta hevði tó sínar náttúrligu orsøkir, og sjálvur greiðir Petur Martin nakað soleiðis frá.
- Orsøkin til, at eg kom at spæla við Kyndli, var at mamma mín arbeiddi í Havn, og tí flutti eg til Havnar, har eg so kom at spæla við Kyndli. Sum 21 ára gamal var eg so aftur at síggja í KÍF, tó at eg fyrsta árið spældi við Kyndli, meðan KÍF var í triðju deild.
- Árið eftir varð eg so spælandi venjari, meðan KÍF var í aðru deild, og eisini her eydnaðist okkum at flyta upp, og síðani havi eg so spælt í fyrstu deild. Tó undantikið eitt ár, har vit vóru í aðru deild og vendu. Tilsamans er tað so blivið til heilt nógvar dystir. Tað hevði verið stuttligt at vita, hvussu nógvar dystir og hvussu nógv mál talan er um, men tað havi so ikki ánilsi fyri.
Spurdur um tað ikki var trupult at spæla við Kyndli, samstundis sum hann var venjari hjá KÍF, svarar hann, at tað heldur hann ikki.
- Tá var ikki gjørt so nógv við venjingina. Eg haldi vit vandu einar tvær ferðir um vikuna, so tað var yvirkomiligt fyrsta árið. Seinni varð tó lagt meira fyri, og tá hevði tað sjálvandi ikki verið nakar møguleiki.
KÍF er væl fyri
Ofta hoyrast umboð fyri ymsu feløgini tosa um, hvussu tungt tað er at reka eitt ítróttarfelag. Tey, sum kanska rópa harðast, eru tey stóru feløgini, men støðan er allarhelst ikki betri í smærru feløgunum.
- Nei, tað er strævið. Ræðuliga strævið. Størsti trupulleikin hjá okkum er so avgjørt, at vit ikki hava nakra høll her í bygdini. Tað er eins, og vit einki hava at standa saman um, tá so er. Til hvønn dyst og hvørja venjing skulu vit av bygdini, og ikki minst hjá yngru liðunum er hetta ein ring støða. Seinastu tíðina hava vit tíbetur ikki havt trupulleikar at fáa venjarar til hesi, men trupulleikarnir eru kortini stórir. Spælararnir skulu flytast til og frá venjing, og tað kann eisini verða strævið hjá foreldrunum.
- Kanska eru tey noydd at koyra til Vestmanna fleiri ferðir um vikuna, og ikki altíð er veðrið so gott, og tá sita tey kanska bangin heima, tí vegurin til Vestmanna er iki av teimum bestu um veturin. Tíbetur kann eg tó siga, at vit hava fingið góða hjálp í so máta, og eg haldi meg kunna siga, at foreldrini í nógv størri mun hjálpa til, enn tey gjørdu fyri fáum árum síðani.
- Eisini er neyðugt við góðum fíggjarligum stuðlum, og her hava vit eisini verið sera heppin seinnu árini, har vit ikki hava nakað serliga torført við at fáa sponsorar. Eg haldi, at tað í stóran mun veldst um, hvørji fólk man hevur í nevndini. Tað er neyðugt, at hetta eru vaksin fólk, sum eisini hava góðar kontaktir við vinnulívið, og tað hevur tað verið hjá okkum síðstu árini.
- Sostatt er KÍF í dag ikki eitt felag, sum er illa fyri. Hetta merkir tó ikki, at vit leikarar fáa nakra samsýning aftur fyri at spæla. Einasta leikarin, sum fær pening, er leikandi venjarin, Dura Tomic.
Høllin alstóran týdning
Omanfyri nevndi Petur Martin, hvussu tungt tað er, tá felagið ikki hevur egna høll. Sum kunnugt, so gongur tó ikki alt ov long tíð, áðrenn ein slík er í Kollafirði, og Petur Martin er ikki í iva um týdningin, sum hendan kemur at hava.
- Høllin kemur at hava stóran týdning. Tað vísir seg, at orsakað av trupulleikunum við at sleppa til og frá venjing, so verður tað ofta torført at halda spælarunum til. Eisini tí vit yvirhøvur hava ov fáar venjingartímar.
- Serliga er hetta galdandi hjá yngru liðunum. Tey sleppa kanska ikki at venja í høll fyrr enn tey eru 16 ára gomul, tí fram til tá verður fimleikahøllin í skúlanum nýtt. Tá so trupulleikar við ferðing og annað stinga seg upp, verður fráfallið aloftast ov stórt, og hetta hevur eitt lítið felag als ikki ráð til. Tað vísir so eisini, at vit skulu vera fegnir, um vit fáa ein fyrstudeildarleikara burtur úr hvørjum árgangi, og tað er altso ov lítið, um vit skulu standa okkum í kapping við bestu liðini.
- Tað vísur seg eisini, at vit ofta hava havt góð úrslit í yngru deildunum, men burtur úr hesum koma alt ov fáir leikarar ígjøgnum til vaksnamannadeildirnar. Nakað, sum ivaleyst verður betrað, tá vit fáa okkara egnu høll. Væntandi hallarumstøðurnar eru allarhelst ein av høvuðsorsøkunum til, at tað ikki er komið meira burtur úr hjá KÍF seinnu árini.
Samanhaldið hevur verið gott
Gjøgnum hesi 20 árini, sum hann hevur verið við í fremstu røð, hevur Petur Martin sjálvandi fingið eina rúgvu av góðum minnum. Spurdur, um tað er nakað, sum kanska liggur serliga frammaliga í huga, er hann tó eitt sindur í iva.
- Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal siga. Nakað av tí mest positiva, sum hevur sermerkt okkara lið, er góða samanhaldið, sum altíð hevur verið galdandi. Tað ger tað eitt sindur hugaligari, tí vit royna altíð at hava tað stuttligt á vøllinum, heldur enn at ganga og skelda hvønn annan.
- Serlig minnir annars veit eg ikki. Í 1986 gekk tað øgiliga væl hjá okkum. Tá gjørdust vit nr. 3, eins og vit vóru í steypafinaluni. Ikki tí, vit hava vunnið fleiri bronsumerki, og eisini okkurt silvurmerki, men tað árið vóru vit við í toppinum alt árið, og tá er tað sjálvandi hugaligt at spæla.
Ivaleyst er munur á hesum minnum, og so støðuna, sum KÍF hevði á stigatalvuni í fjør, og hesum ásannar veteranurin eisini.
- Jú, árið í fjør var stríggið. Munurin á liðunum var alla tíðina stórur, men tað, sum serliga hevði týdning hjá okkum, var at vit høvdu mist týðandi leikarar. Serliga hugsi eg um Eddie, sum so at siga hevur verið álitið hjá okkum í fleiri ár, men sum nærum ikki var við í fjør. Hetta gjørdi, at vit ongar skjúttar høvdu, men tað verður so vónandi betri í ár.
Kann geva nógv
At støðan við skjúttum verður betri, kemst eisini av, at umframt at Eddie Joensen nú aftur er tøkur, hevur felagið eisini fingið útlendskan venjara.
- Eg haldi okkum vera hepnar, at vit hava fingið fatur í júst Dura, og tað er einki at ivast í, at leikandi venjarin kann læra eina rúgvu frá sær til leikararnar.
- Serliga eigur hetta at koma yngru leikarunum til góðar, og hann er jú eisini venjari hjá unglingaliðnum. Okkum eldri veit eg ikki, um hann kann læra so nógv. Jú, tað kann hann sjálvandi, men hinvegin er tað heldur torførari at broyta okkara spælihátt. Nú havi eg t.d. sjálvur spælt hondbólt í eini 30 ár alt í alt, og so er tað heldur torført at broyta hugburð, rennimynstur og annað.
Eigur at menna leikararnar
Hóast Petur Martin í fleiri ár taldist millum bestu leikarar í landinum, so hevur hann ongantíð kunna breggja sær av, at vera landsliðsspælari. Orsøkin til hetta er tó partvíst av egnum ávum, tí boð hava onkuntíð verið eftir honum, men áhugin var tá ikki nóg stórur.
- Tú kanst gott siga, at eg ikki vildi ofra tað, sum kravdist, til at eg skuldi spæla á landsliðnum. Eg fekk boð til venjingar meðan Hanus Joensen var venjari. Eg haldi tað var í ?86. Eg hevði akkurát bygt, og helt sum heild, at eg ikki hevði nóg góða tíð til landsliðið. Seinni fall alt við landsliðnum niðurfyri, og so gjørdist tað ikki aktuelt aftur. Í dag angri eg kanska eitt sindur, at eg ikki tók av hesum møguleika, men tað er so einki við at gera.
Nú er arbeiðið við A-landsliðnum so aftur um at koma í fasta legu, og Petur Martin er heldur ikki í iva um, at hetta fer at menna hondbóltin í heimligu kappingini.
- Sjálvur verið eg so ikki aktuellur til landsliðið nú, men tað átti at verið nakað, sum eggjaði ungu leikarunum.
- Hevur tú avbjóðingar, sum menn vilja verða ein partur av, so er hetta sjálvandi mennandi hjá leikarunum. Tað ger, at teir leggja meira fyri til venjingar, og av tí sama verða einstøku leikararnir og kappingin sum heild eisini betri.
Spælur nakað afturat
Nú eru skjótt stundir at gevast við prátinum okkara millum, sæst á klokkuni. Sama er tó ikki galdandi fyri hondbóltsleiðina hjá KÍF veteraninum, tí tá vit spyrja, hvussu leingi hann ætlar at halda áfram, er einki ítøkjuligt svar í eygsjón.
- Eg havi ofta hugsað, at nú havi eg verið við nóg leingi, og at nú er tíð at gevast, men hugurin kemur tó altíð aftur.
- Um kroppurin heldur til tað, so spæli eitt sindur afturat, men akkurát hvussu leingi dugi eg slettis ikki at siga.
Hóast nakað av kaffi enn er eftir í kannuni, so er hetta prát okkara nú komið at enda. Liðfelagin ígjøgnum nógv ár, Jákup Dam, stendur í durinum og bíðar, og enn eitt venjingarkvøld stendur fyri framman. Eitt av teimum drúgvu skilst, tí tá ferðingin inn á Skála og aftur er íroknað, fer tímatalið at nærkast fýra fyri hesa venjingina. Soleiðis verður eisini hendan veturin á tamb, men so er eisini nokk.
Komandi vetur verður vant í Ítróttahøllini í Kollafirði.
PROFIL:
Petur Martin Johansen
Føddur 28. oktober 1962
Kom sum 17 ára gamal á besta mansliðið hjá Kyndli, har hann var við til at gerast føroyameistari
Bert 19 ára gamal gjørdist hann venjari hjá KÍF, samstundis sum hann leikti við Kyndli. Árið eftir var hann leikandi venjari
Flutti upp úr 3. deild við KÍF fyrsta árið sum venjari. Árið eftir við til at spæla liðið upp í 1. deild
Royndi fyri fyrstu, og higartil einastu ferð, at flyta niður í 1995, men var árið eftir við til at spæla KÍF upp aftur í bestu mansdeildina
Spælt við KÍF, síðani hann í 1982 gjørdist venjari hjá felagnum
Býr í dag í Kollafirði, har hann eisini hevur egna virkið sítt, Fa. Billutir.