føroyingum búsitandi í Danmark og um danskar pensjónir í Føroyum. Ætlanin var, at almenningurin ikki skuldu fáa frænir av hesum roknstykki, men sunnudagin eydnaðist tað Føroysku Tíðindastovuni í Keypmannahavn [...] sessast við samráðingarborðið í byrjanini av mei mánaði. Tá skulu partarnir hava avklárað faktuella grundarlagið undir grundgevingunum fyri teirri skiftistíð, báðir partar í hvør sínum lagi hava víst á. [...] sunnukvøldið almannakunngjørd í Útvarpi Føroya. Máttu fara hvør til sín At danir fóru at leggja so hart út undir fyrsta samráðingarfundinum, hevði føroyska samráðingarliðið í Keypmannahavn ikki roknað við
ÓLAVUR Í BEITI Signar á Brúnni hevur lagt fram uppskot um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn. Í viðmerkingunum, sigur mentamálaráðharrin, at ætlanin er nú at skipa Føroya Jarðfrøðisavn sum [...] landsstýrismanninum í oljumálum til svars. Fyrimunir eru við hesum, sigur Signar á Brúnni, sum eisini tilmælt verður frá eini nevnd, ið lat landsstýrismanninum sítt tilmæli tann 10. august 1999. Í tilmælinum verður [...] ovnur við tilvísing til landsstýrismannin í oljumálum, at Náttúruvísindadeildin, Náttúrugripasavnið (undantikið Jarðfrøðisavnið) og Biofar, verða løgd saman í eina víðkaða náttúruvísindaliga megindeild
inum og síðani út í Tinganes. Lærararnir í arbeiðssteðgi handaðu Signari á Brúnni skriv, har m.a. verður sagt, at nýggja fólkaskúlalógin varð viðtikin í 1997 og kom í gildi 1. august 1998. Sagt verður [...] Eitt av hesum tiltøkum var í gjár. Sáttmálasettir lærarar úr øllum landinum savnaðust á fundi í høllini á Læraraskúlanum. Síðani gingu tey mótmælisgongu niðan til Signar á Brúnni í Undirvísingar- og Menta [...] virka enn. Í skrivinum verða spurningar settir landsstýrismanninum. Víst verður á, at lógin hevur broytingar við sær, ið áleggja meira arbeiði. Spurt verður, um landsstýrismaðurin er samdur í hesum, og
at Javnaðarflokkurin ikki er samdur í høvuðsætlan landstýrisins um at skipa Føroyar sum fullveldi, og tí leggur hann ikki í at vera samdur við landsstýrið um smálutir í sáttmálauppskotinum. ? Tá vit ikki [...] og skal hetta henda antin við einari kapitalisering ella við einari javnari niðurgongd í stuðulinum fyri hvørt ár í hesum tíðarskeiði. Høgni Hoydal váttar fyri Sosialinum, at hetta uppskot helst fer at [...] at verða lagt á samráðingarborðið á næsta samráðingarfundinum, ið verður hildin fyrst í mei mánaði. Varaløgmaður heldur, at væl skuldi borið til at fingið danir at tikið undir við slíkum uppskoti, men um
hildu fyri tær í august mánaði. Øll hesi minni eru rík at kunna líta aftur á. Nú tá familjan aftur fer at hittast, vil tað altíð vera ein, ið manglar, men Súsanna tú vilt altíð vera við okkum ? í hjørtum okkara [...] við foreldrum og ferðaðust í Leirvík hjá ommu. Eg minnist hesar feriur sum eina glaða tíð ? vit spældu inni í stovuni, runnu runt um húsini, vóru á seiðabergi og spældu í fjørini. Og so allar føðingardagarnar [...] viðførdi at fólk hildu nógv av tær. Súsanna, tú vakti ómetaliga stóra gleði í familjuni, eftir at foreldur tíni høvdu verið einsamøll í 12 ár og ikki væntaðu at fáa nakað barn. Tú komst sum ein sólstrála, ja
Vágar, á svartalista. Ræðast at skipa seg Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tey, sum arbeiða í hesi vinnuni, ræðast fyri at skipa seg í felag og tí verður neyðugt at seta tey hotell, gistingarhús [...] vilja hava fólk, sum eru limir í fakfelag í starvi, ella sum ikki halda sáttmálan. Og tað er eisini longu nú greitt, at tiltøkini, sum Føroya Arbeiðarafelag fer at seta í verk ímóti gistingarhúsunum og [...] g hevur samstarv við Nordisk Union og síðst í mai mánaði kemur Nordisk Union til Føroya at hava stýrisfund. Hesin fundur verður hildin á Hotell Vágum. Og í hesum føri var tað ikki trupult avgerð at velja
telefonnummrum á internetinum ella á annan hátt. Teleforlagið legði telefonbókina á internetið í august mánaði í fjør, og fyrstu tíðina vóru um 350 brúkarar á síðuni um dagin. Hetta eru ymiskir brúkarar, tí [...] nýggjari og neyvari upplýsingar um telefonfelagar í landinum. ? Tað eru eisini nógv fleiri møguleikar at leita í telefonbókini á internetinum, enn tað eru í vanligu telefonbókini. Tað ber til at leita upp [...] á fløgu, sum Teleforlagið gevur út. Nýggj og dagførd fløga kemur út í mai mánaði. Mest tað einfalda Tað eru nógvir leitimøguleikar í telefonbókini á internetinum. Tað ber til leita eftir einum telefonnummari
komandi ættarlið fáa fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi. Henda skipan gevur føroyingum møguleikar fyri reellum sjálvstýri í Føroyum, sum verður ment og útbygt í samsvari við okkara umsitingarligu og fíggjarligu [...] Landsfundur Sambandsfloksins tekur undir við nýskipanaruppskot floksins sum varð allammankunngjørt í august 1999. Fundurin ásannar, at hetta uppskot er tryggasta leiðin fram ímóti einum sjálvbjargnum Føroyum [...] sum Sambandsflokkurin var við til at gera í uttanlandsnevndini, áðrenn samráðingarnar við donsku stjórnina. Sambandflokkurin ávarðar ímóti óhepnu gongdini í samráðingum ímillum Føroya Landsstýri og donsku
og hóast munurin onkuntíð tødnaði, so øktist hann fyri tað mesta, og rættuliga í vanda kom sigurin ongantíð. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin heilt uppi á tíggju málum, men seinastu løtuna fekk [...] avrikinum sunnudagin, at tær hóast alt eiga at verða roknaðar millum bestu kvinnulið í landinum. Hóast útskiftingin á liðnum í ár hevur verið nakað stór, so er dygdin á leikarunum uttan iva nóg góð, men hinvegin [...] eftir at tær fyri á leið eina mánaði síðani taptu fyri Stjørnuni, og harvið mistu møguleikanum fyri gullmerkjunum, hevur tað verið sjónligt, at leikararnir ikki hava lagt so nógv í avrikini. Sunnudagin fingu
fyri trimum vikum síðani. Mikukvøldið í aðru viku, ella tríggjar dagar eftir landskappingardystin í Silkeborg, kemur Silkeborg í Parkina at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini. AaB smokkað Sigurin [...] hús í Keypmannahavn seinnapartin sunnudagin og fylgdi við í ítróttarsendingini hjá P3 útvarpinum. Sjálvsagt var føroyski álopsmaðurin serliga spentur uppá, hvussu tað hilnaðist hjá FCK, sum var í Vejle [...] vera, at tað var skilagott. Skaðin, sum eg fekk í knæið í Suðurafrika, er burtur, men tá eg fór at venja aftur við fullari ferð, fekk eg ein lítlan vøddaskaða í lærið. Ivaleyst kom hesin skaðin orsaka av