Nú fer Føroya Arbeiðarafelag at seta tiltøk í verk ímóti fleiri føroyskum hotellum og gistingarhús, umframt fleiri føroyskum matstovum.
Tað verður gjørt, tí tey vilja ikki halda sáttmálan, sum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag undirskrivaðu í fjør fyri hotell-, gistingarhús- og matstovuyrkið.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at Hotell Vágar er tað einasta hotellið og matsotvan, sum heldur sáttmálan.
Hon sigur, at t.d. er púra onki hent í Havnini, har nógv tey flestu gistingarhúsini og tær flestu matstovurnar eru.
? Alt hetta merkir, at skulu tey, sum arbeiða á matstovum, hotellum og á gistingarhúsum kunna skipa seg, og virka eftir sáttmálanum, má harðligari takast til enn higartil, sigur hon.
Hon sigur, at tað verður heilt einfalt gjørt við at seta øll gistingarhús og allar matstovurnar, uttan Hotell Vágar, á svartalista.
Ræðast at skipa seg
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tey, sum arbeiða í hesi vinnuni, ræðast fyri at skipa seg í felag og tí verður neyðugt at seta tey hotell, gistingarhús og matstovur á svartalista, sum ikki vilja hava fólk, sum eru limir í fakfelag í starvi, ella sum ikki halda sáttmálan.
Og tað er eisini longu nú greitt, at tiltøkini, sum Føroya Arbeiðarafelag fer at seta í verk ímóti gistingarhúsunum og matstovunum, fer heilt skjótt at merkjast.
Føroya Arbeiðarafelag hevur samstarv við Nordisk Union og síðst í mai mánaði kemur Nordisk Union til Føroya at hava stýrisfund.
Hesin fundur verður hildin á Hotell Vágum. Og í hesum føri var tað ikki trupult avgerð at velja fundarstaðin.
? Tað ber snøgt sagt ikki til at halda fundin á einum hotelli, har leiðslan ikki vil, at starvsfólkini skulu vera limir í fakfelag, og sum heldur ikki vilja halda seg til sáttmálan, sigur Ingeborg Vinther.
Men støðan kann saktans blíva truplari enn so. Tí formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag leggur dent á, at koma hesi viðurskiftini ikki í rættlag, fara umboðini fyri feløgini úr Nordis Union at boða norðurlendsku fakfelagsrørslunum frá, at tær skulu ikki halda fundir og ráðstevnur á teimum hotellum og gistingarhúsum í Føroyum, ið ikki hava hava fingið síni fakfelagsviðurskifti í rættlag. ? Av tí at vit hava samstarv bæði á norðurlendskum og altjóða stigi, er onki til hindurs fyri at boða øðrum londum frá støðuni her heima, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at Føroya Arbeiðarafelag fer at gera, hvat tað kann fyri at fáa hendan sáttmálan at virka skjótast gjørligt. Og hon sigur, at eitt boykott í altjóða fakfelagsrørsluni er eitt munandi stig á leiðini









