Minningarorð til Súsannu Hansen

f. 06.08.1980 ? d. 09.03.2000

Tungt var at ferðast heim til Føroyar, eftir at hava fingið boðini um at tú ikki longur vart okkara millum. Hetta var so óveruligt og vónleyst, ? ja mest sum ein marra, har man bert vil vakna aftur til dagligdagin, men so skuldi ikki verða ? tí hetta var veruleikin.

Bert 19 ár fingu vit saman við tær, Súsanna, men hesi 19 árini náddi tú nógv, tí góð hevði tú evnini til tað bókliga, samstundis sum tú hevði fólkaeydnu og hevði eina róliga atferð. Hetta viðførdi at fólk hildu nógv av tær.

Súsanna, tú vakti ómetaliga stóra gleði í familjuni, eftir at foreldur tíni høvdu verið einsamøll í 12 ár og ikki væntaðu at fáa nakað barn. Tú komst sum ein sólstrála, ja var tað barnið, ið so leingi var bíðað eftir. Tú bleivst okkara einasta systkinabarn av Tvøroyri. Hvørt summar av okkara barnaárum, vóru vit øll systkinabørn við foreldrum og ferðaðust í Leirvík hjá ommu. Eg minnist hesar feriur sum eina glaða tíð ? vit spældu inni í stovuni, runnu runt um húsini, vóru á seiðabergi og spældu í fjørini. Og so allar føðingardagarnar vit hildu fyri tær í august mánaði. Øll hesi minni eru rík at kunna líta aftur á. Nú tá familjan aftur fer at hittast, vil tað altíð vera ein, ið manglar, men Súsanna tú vilt altíð vera við okkum ? í hjørtum okkara.

Altíð hevði tú nógvar ætlanir við lívinum ? vildi nú eftir próvtøkuna flyta niður til okkara og taka lut í tí ríka studentalívinum her í Danmark, men so bleiv ikki. Hetta mugu vit royna at góðtaka, sjálvt um tað kann vera torført.

Her til seinast vil eg sitera 2 ørindir úr einum donskum sangi, sum bleiv skrivaður til eina gentu, ið doyði á ungum aldri.


»Som et lyn ? blir det pludselig alvor

og så sker det ? man ikke troede ku? ske

man prøver først at lade som om,

at det onde ikke findes

og spejler mod et håb ?

som man kan klynge sig til.


Det er så let ? at sige: Bare kom videre

og at der er en mening ? både i liv og død

men der er ingen større sorg

end at miste dem, man elsker

først når de er væk, forstår man helt ? 

hvor meget de betød«


Súsanna góða, við hesum orðum vilja vit øll systkinabørnini siga takk fyri alt og ? góða ferð heim. Hvíl í friði.


Sigrun