Jarðfrøðisavnið skipast sum sjálvstøðugur kanningarstovnur

Ein samanlegging av Náttúrugripasavninum, Biofar og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum letur seg tó ikki gera fyrr enn seinni, møguliga um eitt ár ella so, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður

ÓLAVUR Í BEITI


Signar á Brúnni hevur lagt fram uppskot um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn. Í viðmerkingunum, sigur mentamálaráðharrin, at ætlanin er nú at skipa Føroya Jarðfrøðisavn sum sjálvstøðugan kanningarstovn, ið skal standa landsstýrismanninum í oljumálum til svars.

Fyrimunir eru við hesum, sigur Signar á Brúnni, sum eisini tilmælt verður frá eini nevnd, ið lat landsstýrismanninum sítt tilmæli tann 10. august 1999. Í tilmælinum verður sagt, at Jarðfrøðisavnið verður skipað sum sjálvstøðugur kanningarstovnur við tilvísing til landsstýrismannin í oljumálum, at Náttúruvísindadeildin, Náttúrugripasavnið (undantikið Jarðfrøðisavnið) og Biofar, verða løgd saman í eina víðkaða náttúruvísindaliga megindeild á Fróðskaparsetri Føroya, og at broytingar verða gjørdar í løgtingslógini fyri Fróðskaparsetur Føroya, samstundis sum løgtingslógin um Føroya Náttúrugripasavn verður sett úr gildi.


At Oljumálastýrinum

? Ein samanlegging av Náttúrugripasavninum, Biofar og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum letur seg tó ikki gera fyrr enn seinni, møguliga um eitt ár ella so. Hildið verður tó, at tørvurin á eini nýskipan av Jarðfrøðisavninum er so mikið átroðkandi, at henda eigur at verða framd sum skjótast, so at hesi viðurskifti koma í rættlag, áðrenn tað komandi vár verður farið undir tað væntandi stóra takið at viðgera umsóknir frá oljufeløgum um oljuleitingarloyvi v.m.

? Lógaruppskotið ber við sær, at lógin um Føroya Náttúrugripasavn í framtíðini ikki skal fevna um Jarðfrøðisavnið, men at virksemið og skipanin annars á Náttúrugripasavninum verður óbroytt á hesum sinni.

? Ásannandi at høvuðsuppgávan hjá Føroya Jarðfrøðisavni komandi árini verður knýtt at arbeiðnum hjá Oljumálastýrinum, er ætlanin, at Føroya Jarðfrøðisavn skal standa landsstýrismanninum í oljumálum til svars - eins og Fiskirannsóknarstovan stendur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til svars. Á henda hátt verður lættari at samskipa oljujarðfrøðiliga kanningararbeiðið við arbeiðið hjá Oljumálastýrinum, sigur Signar á Brúnni m. a. í viðmerkingunum.