Gev mær eitt nummar

NUMMAR. Fleiri og fleiri fólk leita eftir telefonnumrum á internetinum. Leitisíðan www.nummar.fo hevur eftir stuttari tíð vunnið fram sum ein tann mest nýtta føroyska heimasíðan

Fleiri og fleiri føroyingar nýta internetið, tá teir skulu leita eftir upplýsingum um eitthvørt evni.

Soleiðis er eisini, tá talan er um upplýsingar um telefonina.

Lívið er eitt nummar, syngur onkur, og á internetinum er tað eisini ein síða við numrum, sum hevur vind í seglinum í hesum døgum.

Leitisíðan www.nummar.fo hjá Teleforlagnum hevur eftir stuttari tíð vunnið seg fram sum ein tann mest nýtta føroyska heimasíðan.

Og roknað verður við, at um eini fýra ella fimm ár verður ikki neyðugt at geva út eina vanliga telefonbók. Tá fara fólk at leita eftir telefonnummrum á internetinum ella á annan hátt.

Teleforlagið legði telefonbókina á internetið í august mánaði í fjør, og fyrstu tíðina vóru um 350 brúkarar á síðuni um dagin. Hetta eru ymiskir brúkarar, tí ein brúkari verður bara skrásettur eina ferð, hóast hann er fleiri ferðir inn á heimasíðuni um dagin.

Í dag er talið vaksið til 1210 brúkarar í miðal um dagin. Gerandisdagar eru ofta um 1500 ymiskir brúkarar, meðan tað eru færri brúkarar um vikuskifti, tá flestu stovnar og virki eru afturlatin.

Síðani www.nummar.fo fór at virka fyri sjey mánaðum síðani, hava 1,4 milliónir sokallað hits verið á heimasíðuni. Hvørja ferð onkur fer inn á síðuni, er tað eitt hit.


Størri møguleikar

at leita

Tað eru eyðsýndir fyrimunir við telefonbókini á internetinum sammett við tað prentaðu útgávuna.

Telefonbókin á internetinum verður dagførd einar 10 ferðir um árið, og tað hevur við sær nýggjari og neyvari upplýsingar um telefonfelagar í landinum.

? Tað eru eisini nógv fleiri møguleikar at leita í telefonbókini á internetinum, enn tað eru í vanligu telefonbókini. Tað ber til at leita upp á nøvn ella partar av nøvnum, telefonnummur, gøtunøvn, bygdir og so víðari, sigur Jens Pauli G. Nolsøe, sum er leiðari av Teleforlagnum.

Men hóast stóru undirtøkuna fyri telefonbókini á internetinum, verður nýggj telefonbók borin út kring landið í hesum døgum.

? Vit ætla okkum at gera vanligu telefonbókina, so leingi sum brúk er fyri henni. Tey, sum ikki hava teldu ella internet, skulu hava sama møguleika at leita eftir telefonnumrum, sigur Jens Pauli G. Nolsøe.

Teleforlagið hevur júst prentað 40.000 nýggjar telefonbøkur, sum Postverkið fer at fáa út til brúkararnar. Tele Danmark hevur mett, at um eini fýra ella fimm ár fara teir at gevast at gera vanligar telefonbøkur, og hesin útviklingur kemur eisini til Føroya.

Umframt vanligu telefonbókina, nummarkall og internetið ber eisini til at leita eftir telefonnumrum á fløgu, sum Teleforlagið gevur út. Nýggj og dagførd fløga kemur út í mai mánaði.


Mest tað einfalda

Tað eru nógvir leitimøguleikar í telefonbókini á internetinum. Tað ber til leita eftir einum telefonnummari, um tú hevur gloymt navn, men kennir adressuna hjá viðkomandi, tú skalt hava fatur á.

Tað ber eisini til at leita upp á gøtunøvn ella partar av gøtunøvnum, og tað ber eisini til at avmarka leitingina til einstakar bygdir. Í vanligu telefonbókini eru sjey øki at leita í, men á internetinum ber til at býta landið í enn smærri partar.

? Hóast nógvir ymiskir leitimøguleikar eru, brúka fólk mest tí einføldu leitingina, har tey leita eftir einum telefonnummari, ella eftir hvør stendur fyri einum telefonnummari, sigur Jens Pauli G. Nolsøe.

? Telefonbókini á internetinum hevur verið ein fyrimunur fyri okkum, sum standa fyri telefonbókini, tí fólk kunnu altíð fara inn á ww.nummar.fo og kanna eftir, at allar upplýsingar eru í lagi. Um broytingar skulu gerast, kunnu fólk senda okkum tær, og tað eru tað nógv sum gera leypandi.

Hesar upplýsingar verða dagførdar á internetinum, meðan vanliga telefonbókin hevur longri livitíð við somu upplýsingum.

? Vit hava eina hóming av, at brúkararnir eru glaðir fyri okkara tænastu á internetinum, sigur Jens Pauli G. Nolsøe.

At upplýsingar um telefonnummur liggja á internetinum ger, at øll hava atgongd til hesar upplýsingar, eisini fólk í útheiminum. Og tað eru helst bæði fyrimunir og vansar við hesum.

? Fólk avgera sjálvi, um tey vilja vera við í telefonbókini. Hava tey ikki hug til tað, kunnu tey fáa dult nummar, sigur Jens Pauli G. Nolsøe.

Men flestu føroyingar velja at standa í telefonbókini. Í løtuni eru knapt 50.000 felagar í Føroyum.