Fýra spurningar til landsstýrismannin

Sáttmálasettir lærarar gingu í gjár mótmælisgongu og handaðu Signari á Brúnni skriv, har tey heita á hann um at fáa gongd á samráðingarnar og seta honum spurningar

Nú arbeiðssteðgur er milum sáttmálasettar lærarar, tí Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið ikki semjast um arbeiðstíðina, hava lærarar tikið stig til ein samstarvsbólk, ið fyriskipar ymisk tiltøk.

Eitt av hesum tiltøkum var í gjár.

Sáttmálasettir lærarar úr øllum landinum savnaðust á fundi í høllini á Læraraskúlanum. Síðani gingu tey mótmælisgongu niðan til Signar á Brúnni í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum og síðani út í Tinganes.

Lærararnir í arbeiðssteðgi handaðu Signari á Brúnni skriv, har m.a. verður sagt, at nýggja fólkaskúlalógin varð viðtikin í 1997 og kom í gildi 1. august 1998. Sagt verður, at arbeitt verður eftir nýggju lógini, tó at allir partar ikki virka enn.

Í skrivinum verða spurningar settir landsstýrismanninum. Víst verður á, at lógin hevur broytingar við sær, ið áleggja meira arbeiði. Spurt verður, um landsstýrismaðurin er samdur í hesum, og hvussu hann metir, at lærarar fáa tíð at gera gera sítt starv til fulnar.

Spurt verður, um landsstýrismaðurin tekur undir við teimum, ið vilja aftur til gomlu fólkaskúlalógina og hvat talar fyri og ímóti hesum.

Eisini verður spurt, hvat landsstýrismaðurin metir skal til, fyri at fáa í lag semju millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag.

Sagt verður í skrivinum, at tað tykist løgið, at lærarar sjálvir mugu grundgeva fyri nýggju lógini og royna at fáa myndugleikarnar at taka undir við henni. Sagt verður, at lærarar meta, at hetta er lutur landsstýrismansins og spyrja, hvat hann ætlar at gera við hetta?

Heitt verður á Signar á Brúnni at gera sítt til at fáa gongd á aftur samráðingarnar. Samstarvsbólkurin endar skrivið við at siga, at bólkurin væntar sær svar sum skjótast.

Við í mótmælisgonguni í gjár vóru eisini næmingar úr framhalsdeidini, ið vilja sleppa aftur á skúlabonk (sí baksíðu).