Todi venur við fullari ferð

Superligan: Føroyingurin í FCK hevur ikki verið førur fyri at vant saman við liðfeløgunum í næstan tríggjar vikur

Todi Jónsson sat heima við hús í Keypmannahavn seinnapartin sunnudagin og fylgdi við í ítróttarsendingini hjá P3 útvarpinum. Sjálvsagt var føroyski álopsmaðurin serliga spentur uppá, hvussu tað hilnaðist hjá FCK, sum var í Vejle. Og hóast einir fýra av føstu monnunum hjá FCK ikki vóru við í Vejle, tí teir vóru skaddir ella leikbannaðir, so komu Kim Brink og hansara menn úr aftur Jyllandi og til høvuðsstaðin við sigrinum.

FCK vann við 7?2, og tað er ikki í hvørjum umfari, at eitt lið í superliguni skorar so nógv mál.

Norski álopsmaðurin Harald Brattbakk skoraði trý mál, og Thomas Thorninger, og David Nielsen, sum ikki kom á vøllin fyrrenn miðskeiðis í 2. hálvleiki, skoraðu tvey í part.

Verjan hjá Vejle var ússalig, men fyri teir i FCK er tað sjálvsagt hugaligt, at tað av álvara gekk undan við málskjótingini.


Plássið bíðar

Hevði tað verið fyri einum ári síðani, so hevði tað kanska verið hugsandi, at møguleikarnir hjá Toda Jónsson at koma aftur á liðið minkaðu, tá teir, sum manna fremstu plássini, hava skorað nógv mál, men soleiðis tykist tað ikki vera longur. FCK venjarin hevur gjørt av, at fremsti álopsmaðurin á føroyska landsliðnum skal vera miðvallari í superliguni, og tað er væl hugsandi, at Todi verður á hesum plássinum komandi sunnudag, tá FCK skal til Silkeborg.

? Leygardagin varð eg testaður fyri at vita, um tað bar mær til at spæla í Vejle, men venjarin valdi at halda meg uttanfyri, og tað kann gott vera, at tað var skilagott. Skaðin, sum eg fekk í knæið í Suðurafrika, er burtur, men tá eg fór at venja aftur við fullari ferð, fekk eg ein lítlan vøddaskaða í lærið. Ivaleyst kom hesin skaðin orsaka av knæskaðanum, men nú er hann burtur, og nú venji eg aftur við fullari ferð, sigur Todi Jónsson.

At hann ikki hevur vant við fullari ferð og saman við liðfeløgunum í tríggjar vikur ger, at Todi Jónsson er ikki í fullgóðari venjing, men nú hevur hann eina viku at koma fyri seg aftur í, og tað áttu at verið líkindi fyri hesum, tí venjingarstøðan var heilt góð fyri trimum vikum síðani.

Mikukvøldið í aðru viku, ella tríggjar dagar eftir landskappingardystin í Silkeborg, kemur Silkeborg í Parkina at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini.


AaB smokkað

Sigurin hjá FCK kom serliga væl við, tí tvey av liðunum, ið eru niðanfyri FCK á støðutalvuni vunnu.

Serliga óvæntað var tað, at OB fekk øll stigini í Aalborg. Hetta hevur við sær, at meistaraliðið, sum vitjaði á Tórsvølli síðsta summar, má metast at hava mist møguleikan at endurvinna meistaraskapin. Fyrrverandi AaB álopsmaðurin Søren Andersen skoraði bæði málini hjá OB.

Esbjerg fekk øll stigini í Viborg. Tá tíggju minuttir vóru farnir, vóru teir á odda 2?0. Dagsins maður var Kenni Sommer, sum skoraði øll málini hjá Esbjerg.

Í AB mundu teir fáa mót at nýggjum, tá tað eydnaðist teimum at vinna fyrsta heimasigurin síðani 26. august í fjør. Rasmus Daugaard skoraði bæði málini móti Silkeborg.