soleiðis at haldgott grundarlag er at byggja eina veruliga niðurstøðu á. Fyri at fáa sum mest burtur úr teimum skipanum, sum frammanundan eru galdandi hjá Bygdaleiðum, hava kommunurnar valt at skipa leiðina [...] nevnliga leygardagin at koyra rutuna hjá nýggju leið 410. Í fyrsta umfari verður talan um royndarskipan, sum tær tríggjar kommunurnar hava játtað at rinda fyri. Men miðað verður ímóti, at skipanin skal verða [...] hesum økinum tvørtur um Leirvíksfjørð verður gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Endamálið við bussleiðini verður tí ikki minst eisini at avmarka forðingina, sum kostnaðurin ber í sær. Í tíðindaskrivi
og leikliga avrikið vísti, at teir eru á rættari leið. - Alt avgerandi trupulleikin hevur higartil verið, at tað hevur verið so ótætt í verjuni. Avrikið í Fuglafirði vísti, at nú er munandi tættari har [...] Poulsen fekk løst í fótin undir venjing hóskvøldið, men teir rokna við, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. Á Toftum royna teir at koma fyri seg eftir dygga lúsingin á heimavølli síðsta sunnudag. Alex [...] Hollendski miðvallarin Ralph van Dooren er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður síðsta sunnudag. Talan er um lyklauppgerð. Um VB/Sumba fer at fáa fult, so lyfta teir seg upp um B68. Um toftamenn fáa
Um orsøkina til at hon traðkar fram, sigur hon, at hon vil ávara ímóti at lata børn vaksa upp eitt slíkt stað, tí tað skaðar teirra samleikamenning. Tað ber illa til at sameina tað at leita djúpi inn í [...] vera við. Sambært henni er tað ongin ivi um, at høuðspersónurin í bókini er ein lýsing av stovnaranum og leiðararnum á Vækstcenteret, Jes Bertelsen. Fyri at gera tað heila enn meir litríkt, er ein kvinna [...] tann stilla gentan, Høeg byggir sína søgu á. Kvinnan vaks upp á Vækstcenteret, har leiðarin plagdi at kalla hana sína andligu dóttir . Sambært kvinnuni minnir sambandið teirra millum illgrunasamt nógv
verður sagt, at tað heldur ikki er heilt víst, at skipini verða verandi hjá Sea Freeze. »Tað kann eisini koma hartil, at keyparin ikki endaliga keypir skipið, og tí má keyparin hava vissu fyri, at hann fær [...] Fiskivinna »Tíðin er ikki heilt búgvin enn at yvirtaka sjálvt skipið. Men fyri fyrst er ætlanin at yvirtaka loyvini. Hetta verður ætlandi gjørt á tann hátt, at skipið beinan vegin nú verður tilskeytað [...] felagið váttan fyri, at veiðiloyvið nú var flutt partafelagnum heldur enn skipinum. Fáar dagar seinni verða Bettina og June-D eisini seld P/F Sea Freeze, og 1. mai verður biðið um, at veiðiloyvini hjá hesum
ovfarnir av, at pelikanin tók dúgvuna. -Allar lærubøkur siga, at pelikan livir av fiski, so hetta var sera óvanligt, sigur ein talsmaður hjá einum bretskum fuglafrøðifelagsskapi. Hann vísir á, at pelikanirnar [...] breyðmolar og annað smátt, varnaðist eftir øllum at døma ongan vanda, fyrr enn ein pelikan kom og tók hana upp í nevið. Fólk, sum sóu tilburðin, greiddu frá, at dúgvan stríddist fyri lívinum í einar 20 minuttir [...] minuttir, áðrenn tað eydnaðist pelikanini at svølgja hana. -Pelikanin gloppaði nevinum einar tvær ferðir, meðan dúgvan stríddist. So eydnaðist tað henni at venda dúgvuni, so hon kundi svølgja hana eftir høvdinum
týdning, tí vandin fyri at fáa krabbamein gerst størri, jú eldri fólk eru. So um miðalaldurin er høgur, er tað eisini sannlíkindi fyri, at fleir fólk fáa krabbamein. - Tað kann vera, at tað er ein verulig øking [...] rættiliga nógv, og av tí at tey eru so smá, er ringt at síggja nakað rák. Um vit leggja tølini fyri fimm ár saman og síðan samanbera tølini fyri fleiri fimmára skeið, er lættari at síggja rákið. Hesi tøl [...] av krabbameini í 2005, er eisini eitt sindur hægri, enn tað hevur verið undanfarin ár. - Rákið er, at talið av deyðum av krabbameini er vaksið eitt sindur, serliga hjá konufólki, men í teimum tølunum er
boðað frá, at hann hevði vunnið forsetavalið. Uppteljingin var ikki liðug, men Chavez var so langt framman fyri mótvalevnið, Manuel Rosales, at sigurin var vísur. Valnevndin kunngjørdi í morgun, at tá 78 prosent [...] ásanna, at tey vunnu á okkum í dag, men stríðið heldur fram, segði Manuel Rosales. Hann er guvernørur í tí oljuríka landspartinum Zulia og stillaði upp fyri andstøðuflokkarnar. Eygleiðarar siga, at tann greiði [...] greiði sigurin gevur Hugo Chavez heimild til at halda fram við tí, sum hann sjálvur kallar "tann bolivianska kollveltingin", og sum hevur gjørt, at hann er illa lýddur í yvirstættini í Venesuela og í
besta vildi sjálvsagt verið, at tað als iki var neyðugt hjá okkum at skriva hesi orð í starvslýsingina, men vit kenna, at í løtuni er neyðugt, tí tað er av størsta týdningi, at so nógv og so ymisk fólk sum [...] Føroya Tele fyllir 100 ár í ár, men hevur sum fyritøka megnað at fylgt við samtíðini og endurnýggjað seg sjálva alla tíðina, soleiðis at fyritøkan altíð er við í fremstu røð. Nú hevur fyritøkan enntá yvirhálað [...] yvirhálað Føroya Løgting. Í hvussu so er, tá tað kemur til at nevna samkynd. Niðast í eini lýsing eftir fólki til starvsfólkadeildina stendur soleiðis: “Á Føroya Tele taka vit ikki dagar ímillum ættarslag
verður sagt, at SKYN er eitt úrslit av vakstrarstrategi bankans frá juni 2005, sum miðar eftir at fáa Føroya Banka at vaksa á øllum trimum høvuðsvirkisøkjunum, privat, vinna og íløgur. SKYN fer at stuðla upp [...] Føroya Banki frá, at nýggja felagið fer at vera sjónligt á øllum deildum bankans kring landið, har viðskiftafólkini verða kunnað um, hvørjar ognir SKYN hevur til sølu. Ognirnar fara at umfata sethús, v [...] okkum fyri at gerast besta bústaðarmeklarafelagið í landinum og halda okkum hava neyðugu fortreytirnar til tess. Føroya Banki hevur sera royndar privatkundaráðgevarar, sum vit á SKYN fara at samstarva tætt
ynskir eru komin fram á fundi um at halda frí millum 18 desember og 3. januar. Eg havi ikki hoyrt, at hetta mál er reist yvir fyri reiðarafelagnum. Tað er heilt klárt, at er hetta eitt ynski, sum er galdandi [...] Dan R. Petersen Nú jólini nærkast, hoyri eg, at onkur reiðari ætlar at lata síni skip fiska heilt fram til tollaksmessudag ella jólaaftan. Tey skulu síðani liggja við lastini til triðja dag, tá tey verða [...] Tað er um jóltíðir og nýggjárið at kenslurnar fyri familjuni eru sterkastar, tað er eisini hesar dagar, menn helst vilja vera saman við familjuni. Tað er nýggjársaftan, at børnini hava mest brúk fyri pápa