Føroya Tele fyllir 100 ár í ár, men hevur sum fyritøka megnað at fylgt við samtíðini og endurnýggjað seg sjálva alla tíðina, soleiðis at fyritøkan altíð er við í fremstu røð. Nú hevur fyritøkan enntá yvirhálað Føroya Løgting. Í hvussu so er, tá tað kemur til at nevna samkynd.
Niðast í eini lýsing eftir fólki til starvsfólkadeildina stendur soleiðis: “Á Føroya Tele taka vit ikki dagar ímillum ættarslag, húðalit, tjóðskap, og etniskan uppruna, trúgv ella kynsliga sannføring.”
Við Vinnuvitan sigur stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, soleiðis:
-Tað besta vildi sjálvsagt verið, at tað als iki var neyðugt hjá okkum at skriva hesi orð í starvslýsingina, men vit kenna, at í løtuni er neyðugt, tí tað er av størsta týdningi, at so nógv og so ymisk fólk sum gjørligt hava hug at søkja starv hjá okkum sigur Andras Róin.
Vinnuvitan hevur somuleiðis spurt Andras Róin, um hetta ikki er talan um eina politiska viðmerking, og til hetta svarar stjórin í Føroya Tele soleiðis:
- Um hetta er ein politisk viðmerking, er torført at siga, eg vil heldur rópa tað eina viðmerking til samfelagsstøðuna sum heild, sigur Andras Róin.