Fimm mans veðurfastir í Miðvágsurð

Tá teir vóru eftir seyði í Miðvágsurð norðanfyri á Vágoy, sluppu fjallmenninir ikki í bátin aftur

Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at fimm mans vóru veðurfastir í Miðvágsurð norðanfyri á Vágoynni millum Viðvík og Slættanes. Teir vóru við báti eftir eftir seyði. Meðan teir vóru á landi, versnaði veðrið, og har gjørdist so nógvur uppgangur, at menninir sluppu ikki í bátin aftur.

Seyðurin var tó komin í bátin.

Av tí at tyrlan heldur ikki slapp eftir monnunum, so varð avgjørt, at teir skuldu vera har í nátt. Bjargingarbáturin fekk teimum forsýningar í land, so sum heit klæði, mat og kaffi. Roynt verður at fáa menninir av urðini aftur í morgun.

 

Tað slepst ikki upp á slætt av urðini. Vaktleiðarin sigur, at har er vánaligt telefonsamband, men menninir fingu eitt radio frá bjargingarbátinum.