Lokal-bussur um tunnilin

Klaksvík-Leirvík-Fuglafjørður er rutan, sum nýggja leið 410 fer at koyra. Talan er fyrst og fremst um lokala farleið, sum tó verður samskipað við bygdaleiðum

bygdaleiðir
 
Hóast Strandferðslan við nýggja tunlinum missir eina sjóvegis rutu, so merkir hetta samtundis byrjanin til nýggja land-rutu.
Bygdaleiðir byrja nevnliga leygardagin at koyra rutuna hjá nýggju leið 410.
                      Í fyrsta umfari verður talan um royndarskipan, sum tær tríggjar kommunurnar hava játtað at rinda fyri. Men miðað verður ímóti, at skipanin skal verða roynd í eitt áramál, soleiðis at haldgott grundarlag er at byggja eina veruliga niðurstøðu á.
                      Fyri at fáa sum mest burtur úr teimum skipanum, sum frammanundan eru galdandi hjá Bygdaleiðum, hava kommunurnar valt at skipa leiðina í samstarvi við Strandferðsluna. Harvið fær brúkarin allar teir somu møguleikarnar, sum Bygdaleiðir longu kunnu bjóða, so sum samskipan við aðrar farleiðir og avsláttar-møguleikar
                      Stóra forðingin í samansjóðingini av hesum økinum tvørtur um Leirvíksfjørð verður gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Endamálið við bussleiðini verður tí ikki minst eisini at avmarka forðingina, sum kostnaðurin ber í sær. Í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum, verður dentur lagdur á gjaldið, sum er sett rættiliga lágt. Dýrasta ferðin er úr Fuglafirði/Kambsdali til Klaksvíkar, og kostar hendan 30 krónur. Úr Gøtudali/Leirvík til Klaksvíkar er kostnaðurin 20 kr., meðan aðrar rutur kosta 10 kr.