Í VB/Sumba eru teir væl nøgdir við ferðina í Fuglafirði síðsta sunnudag. Úrtøkan var trý stig, og leikliga avrikið vísti, at teir eru á rættari leið.
- Alt avgerandi trupulleikin hevur higartil verið, at tað hevur verið so ótætt í verjuni. Avrikið í Fuglafirði vísti, at nú er munandi tættari har afturi. Ble røkir uppgávuna væl, og tað hevur stóran týdning, at Christian Soelberg er komin úr Danmark, sigur VB/Sumba venjarin Ole Andreasen.
Hjá VB/Sumba er manningarliga støðan betri nú, enn hon var í Fuglafirði. Hallur Dam Joensen og Jacob Skaaning, sum hava verið skaddir, eru tøkir aftur. Jón Krosslá Poulsen fekk løst í fótin undir venjing hóskvøldið, men teir rokna við, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin.
Á Toftum royna teir at koma fyri seg eftir dygga lúsingin á heimavølli síðsta sunnudag. Alex Troleis er leikbannaður eftir tvey kort og útvísing móti KÍ. Hollendski miðvallarin Ralph van Dooren er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður síðsta sunnudag.
Talan er um lyklauppgerð. Um VB/Sumba fer at fáa fult, so lyfta teir seg upp um B68. Um toftamenn fáa fulla úrtøku, so verður munurin aftur til VB/Sumba fimm stig.