Nýggja skaldsøgan hjá Høeg er nevniliga fjald reklama fyri nýreligiøsu sektina kring Vækstcenteret, har rithøundurin hevur sína dagligu gongd, vil ein fyrrverandi limur í sektini, Annette Leleur vera við. Sambært henni er tað ongin ivi um, at høuðspersónurin í bókini er ein lýsing av stovnaranum og leiðararnum á Vækstcenteret, Jes Bertelsen.
Fyri at gera tað heila enn meir litríkt, er ein kvinna nú traðkað fram, sum sigur seg vera tann stilla gentan, Høeg byggir sína søgu á. Kvinnan vaks upp á Vækstcenteret, har leiðarin plagdi at kalla hana sína andligu dóttir. Sambært kvinnuni minnir sambandið teirra millum illgrunasamt nógv um tað, sum fer fram ímillum høvuðspersónin og ta stillu gentuna í bókini hjá Høeg. Um orsøkina til at hon traðkar fram, sigur hon, at hon vil ávara ímóti at lata børn vaksa upp eitt slíkt stað, tí tað skaðar teirra samleikamenning. Tað ber illa til at sameina tað at leita djúpi inn í seg sjálvan andliga við tað at vera foreldur, sigur kvinnan, sum sjálv mest sum varð slept uppá fjall av sínum foreldrum, meðan tey búðu Vækstcenteret.
Peter Høeg hevur enn ikki gjørt viðmerkingar í málinum.