Føroya Banki hevur stovnað nýtt bústaðarmeklarafelag, ið kallast SKYN. Stovnandi aðalfundur í partafelagnum var 17. november 2006. SKYN letur upp í februar 2007, og verður tað í hølunum har Sethúsasølan áður hevur hildið til. Settur stjóri er Torgun Davidsen, sum er útbúgvin húsameklari.
Í tíðindaskrivi boðar Føroya Banki frá, at nýggja felagið fer at vera sjónligt á øllum deildum bankans kring landið, har viðskiftafólkini verða kunnað um, hvørjar ognir SKYN hevur til sølu. Ognirnar fara at umfata sethús, vinnubygningar og grundøkir.
– Vit hava sett okkum fyri at gerast besta bústaðarmeklarafelagið í landinum og halda okkum hava neyðugu fortreytirnar til tess. Føroya Banki hevur sera royndar privatkundaráðgevarar, sum vit á SKYN fara at samstarva tætt við, sigur Torgun Davidsen, stjóri á SKYN.
Í tíðindaskrivinum frá bankanum verður sagt, at SKYN er eitt úrslit av vakstrarstrategi bankans frá juni 2005, sum miðar eftir at fáa Føroya Banka at vaksa á øllum trimum høvuðsvirkisøkjunum, privat, vinna og íløgur. SKYN fer at stuðla upp undir serliga privatøkið og vinnuøkið.
Fyrr í ár stovnaði Føroya Banki framtaksfelagið Løkir og nýggja corporate finance-deild, ið stendur fyri keypi og sølu av fyritøkum.
Fakta:
“Skyn” er fornt norrønt orð, ið merkir vitan, lærdómur og skynsemi.