Fiskivinna
»Tíðin er ikki heilt búgvin enn at yvirtaka sjálvt skipið. Men fyri fyrst er ætlanin at yvirtaka loyvini. Hetta verður ætlandi gjørt á tann hátt, at skipið beinan vegin nú verður tilskeytað keyparunum, sum so av Fiskimálaráðn um fær útskrivað neyðugu rættindini tilhoyrandi skipunum. Síðani verður skipið afturskeytað seljara við ræðisavmarking, og keyparin hevur framvegis tilsøgn um veiðirættindini«
Soleiðis er orðaljóðið í skrivi, sum sakførarin hjá P/F Sea Freeze, sum er dótturfelag hjá P/F Næraberg, sendi Fiskimálaráðnum tann 18. apríl í ár.
Í sama brævið verður sagt, at tað heldur ikki er heilt víst, at skipini verða verandi hjá Sea Freeze. »Tað kann eisini koma hartil, at keyparin ikki endaliga keypir skipið, og tí má keyparin hava vissu fyri, at hann fær áðurnevndu tilsøgn frá Fiskimálaráðnum, um framman fyri nevnda mannagongd verður framd.«.
Handilin vil Sheanne varð gjøgnumførdur tann 18. apríl, og tríggjar dagar seinni fekk felagið váttan fyri, at veiðiloyvið nú var flutt partafelagnum heldur enn skipinum.
Fáar dagar seinni verða Bettina og June-D eisini seld P/F Sea Freeze, og 1. mai verður biðið um, at veiðiloyvini hjá hesum verða flutt felagnum á sama hátt, sum tað varð gjørt við Sheanne.










