Krabbameinur størsta deyðsorsøk

Nýggju hagtølini frá landslæknanum, siga at krabbameinur er tann orsøk, sum flest føroyingar doyðu av í 2005. Hetta hongur saman við, at færri fólk eru deyð av hjartasjúkum enn undanfarin ár, og tí gerst lutfalsliga talið av deyðum av krabbameini størri.


Veruliga talið á fólki, sum doyðu av krabbameini í 2005, er eisini eitt sindur hægri, enn tað hevur verið undanfarin ár.
- Rákið er, at talið av deyðum av krabbameini er vaksið eitt sindur, serliga hjá konufólki, men í teimum tølunum er ikki tikið hædd fyri aldursbýtinum, sigur landslæknin, Høgni Debes Joensen.
Hetta hevur týdning, tí vandin fyri at fáa krabbamein gerst størri, jú eldri fólk eru. So um miðalaldurin er høgur, er tað eisini sannlíkindi fyri, at fleir fólk fáa krabbamein.
- Tað kann vera, at tað er ein verulig øking av krabbameinstilburðum, men tað er ringt at meta um, tí tølini í Føroyum eru so smá, og økingin kann skyldast tilvildarligum sveiggi, greiðir Høgni Debes Joensen frá.
Hyggja vit eftir tølunum fyri tey einstøku sløgini av krabbameini, so sveiggja tølini eisini rættiliga nógv, og av tí at tey eru so smá, er ringt at síggja nakað rák.
Um vit leggja tølini fyri fimm ár saman og síðan samanbera tølini fyri fleiri fimmára skeið, er lættari at síggja rákið. Hesi tøl frá 1996 til 2005 vísa, at bróstkrabbi er størsta deyðsorsøk hjá kvinnum, meðan lungakrabbi er tað hjá monnum.