sum eisini er rætt, at »Eysturbúgvin« trúliga hevur lagt veiðina upp í Sandoynni, men nú er komið órð at tað er ikki tí at teir, ið eru avvarðandi av hesum báti vilja tað, men tí at Føroya Banki hevur kroyst [...] eg tí noyddur at gera íspinnaranum av hesari søgu til skammar. Tí við mínum besta vilja dugi eg ikki at síggja ella skilja, hvussu Føroya Banki kann kroysta »Eysturbúgvan« til nakað, tí hann fíggjar ikki [...] eina krónu í honum og hevur heldur ikki konto í sama banka. Men eg rokni við, at »Eysturbúgvin« eins trúliga í framtíðini fer at leggja fongin upp í Sandoynni, tí ánararnir av honum eru góðir við oynna og
kl. 17. Tá verður eisini høvi at fáa Dorete Bloch, Edward Fuglø og Jenny Lydersen at skriva í bókina. Í sambandi við, at Unesco, ið er ein stovnur undir ST, gjørdi av, at 1998 skuldi vera Ár Havsins, gav [...] bókini verið at sæð í Klaksvík. Hesar eru nú fluttar í Norðurlandahúsið, har høvi verður at síggja tær frá í morgin av. Fyri nøkrum árum síðani heitti Føroya Skúlabókagrunnur á Dorete Bloch at skriva eina [...] nýggjastu vitanina um djórini. Skúlabókagrunnurin heitti eisini á Edward Fuglø at tekna myndir til bókina og á Jenny Lydersen at skriva myndatekst. Føroya Skúlabókagrunnur hevur eisini gjørt tríggjar nýggjar
Niels R. Hansen, at Plastnoist megnar at geva lurtaranum kenslu av at stnda við eitt forberg, meðan Atlantshav ein illveðursdag vísir sínar tenn. Ummælarin heldur tað vera torført at seta Plastnoist í [...] metir fløguna Plastnoist 21 at vera eitt positivt upplivilsi og hann er glaður fyri, at bólkurin spælir tað ahnn hevur hug til, uttan mun til, hvat er uppi í tíðini, og at bólkurin spælir hetta sera væl [...] Wait eftir 40 sigarettir. Guitarspælið heldur hann minna um Gary Moore, eftir at hann fann afttur til bluestónleikin, tó at Klein brøðurnir spæla skitnari og við meira sál. Eitt lag, instrumentalt, minnir
yvir tænastuna, um tað verða nógv sum brúka hana. Nýggir møguleikar at leita Fleiri møguleikar eru at leita eftir felagum. Tað ber til at leita eftir nøvnum, nummrum, økjum, pørtum av navni, gøtunavni ella [...] fo ber framyvir til at leita í yvirlitunum yvir allar telefonfelagar í landinum. Føroya Tele hevur saman við eini KT-fyritøku gjørt telefonbókina klára til internetið. Sagt verður, at telefonbókin er løgd [...] ella yrkisslag. Hetta gevur nógv fleiri møguleikar, enn tað eru í at leita í brúnu telefonbókini. Føroya Tele ætlar eisini, at telefonbókin skal verða á fløgu í seinnu hálvu av august, og tá verða eisini
til kæruna, at eingin heimild er í forsorgarlógini ella í aðrari serligari lóg, at kommunan veitir stuðul. Sostatt er heimild ikki fyri tiltakinum. Tí verður Tórshavnar kommuna biðin um at taka skipanina [...] Tórshavnar kommunu, at veita fíggjarligan stuðul til børn, sum ikki eru í kommunalu ansingarskipanini. Søren Pram Sørensen sigur í svarinum, at í reglugerðini fyri Barnastyrksgrunnin er ásett, at "grunnurin er [...] er skipaður við tí endamáli at veita fíggjarligan stuðul til børn, sum ikki eru í kommunalu ansingarskipanini". Við tað, at einki nærri er ásett um, hvat endamálið við fíggjarliga stuðlinum til børnini
sigur um ferðina til oyggjalondini at hetta kemur at vera sera spennandi, m.a. kenna norðmenn ikki til føroyska mátan at turka kjøt uppá. Í Noregi er meir vanligt at salta kjøt sum skal hanga. Fisk og [...] Hetland og Føroyar, so sær hann ikki burturífrá at onkur pylsuvognur fær vitjan. Til norska Dagbladet sigur hann at um teir koma framá ein serligan máta at gera fisk og chips uppá, so verður tað tikið við [...] skíggjan fyri triðju ferð. Hvørja viku sita eini 350.000 til 400.000 og hyggja at. Hetta er eitt sera høgt hyggjaratal, og svarar til at 10 prosent av norðmonnum sita frammanfyri sjónvarpstólið.
Kortini bendir alt á, at ein fólkatingsmaður úr føroyska Javnaðarflokkinum fer upp í tingbólkin hjá brøðraflokkinum í Danmark. Jóannes Eidesgaard sigur, at Poul Nyrup Rasmussen hevur lovað, at føroyski tingmaðurin [...] danskari síðu. ? Poul Nyrup Rasmussen hevur lovað, at hesi viðurskifti nú verða fingin upp á pláss. Hann sigur eisini, at hetta er ein sjálvfylgja og at soleiðis eru eisini viðurskiftini millum danska og [...] ? Tað er eingin sjálvfylgja, at ein møguligur fólkatingsmaður úr føroyska Javnaðarflokkinum fer upp í tingbólkin hjá danska Javnaðarflokkinum á fólkatingi, sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður í føroyska
leggja rættuliga fitt av peningi eftir seg í Føroyum, og heita tey tí á fólk um at royna at bera yvir við órógvinum. Men at so nógv skip liggja fyri akker á redini, órógvar eisini á annan hátt. Hetta mátti [...] gjørt vart við, at tey hava órógvað. Eitt nú hava tey órógvað sjónvarpssignalið til argjafólk, sum kemur úr Nólsoy. Á Skipafelagnum Føroyar, sum er umboð hjá fleiri av skipunum, verður sagt, at skipini leggja [...] gjáranáttina, tá elkaðalin til Nólsoynna slitnaði. Á SEV siga teir, at sjókaðalin, ið streymveitir Nólsoynna slitnaði klokkan 3:30 gjáranáttina, og at kaðalin helst hevur fingið skaða av teimum nógvu russaraskipunum
Kristiliga Fólkaflokkin, at Nólsoyar Páll kann gerast liðugur upp á seks vikur fyri seks milliónir krónur. Hann helt tað tí ikki verða neyðugt at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at fara undir projektering [...] Petersen hevur fleiri ferðir sagt, at meira verður ikki gjørt við Nólsoyar Páll so leingi hann er landsstýrismaður - og tað stendur hann við enn - hann mælir tinginum til at samtykkja uppskotið hjá Javnað [...] ráðum ætlar Lasse Klein og Kristiligi Fólkaflokkurin ikki at fylgja. Saman við sambandsmonnunum - sum ikki tóku lut í orðaskiftinum - fer hann helst at atkvøða ímóti. John Petersen heldur tað vera fantasktiskt
í vetur at skipa fyri dansi og undirhaldi í vikuskiftunum framyvir. Í hugnaligu hølunum verður høvi at hittast hjá so at siga øllum aldursbólkum í einastu matstovuni í Eysturoynni, ið untist at fáa skeinkiloyvi [...] hava havt hug at farið í »býin« at hitta vinfólk. Leiðin hevur sum oftast ligið líka suður til Havnar, har tær flestu dansi- og matstovurnar liggja. Nú hava eysturoyingar sett sær fyri, at næststørsta oyggin [...] Sunnudagar er køkur tó opin frá kl. 2 sp. Dansurin fríggjakvøld og leygarkvøld byrjar stutt aftaná at køkurin er stongdur. Hetta vikuskifti spælir tónleikabólkurin TAXI, mannaður við navnframa Kim Hansen