Norski sjónvarpskokkurin Lars Barmen skal í heyst leita eftir gomlum norskum matsiðum í oyggjalondunum kring Norðsjógvin. Hann skal vitja Hetland, Orknoyggjarnar og Føroyar.
Upptøkurnar skulu gerast í august og september, og skulu sendast í september og oktober.
Lars Barmen er ein sjáldsamur kokkur, ið sum oftast finnur uppá rættirnar sjálvur. Hann setur rættirnar saman eftir egnum høvdi.
Hann sigur um ferðina til oyggjalondini at hetta kemur at vera sera spennandi, m.a. kenna norðmenn ikki til føroyska mátan at turka kjøt uppá. Í Noregi er meir vanligt at salta kjøt sum skal hanga.
Fisk og chips
Hóast Lars Barmen fyrst og fremst skal leita eftir matsiðum sum eru sermerktir fyri Orknoyggjarnar, Hetland og Føroyar, so sær hann ikki burturífrá at onkur pylsuvognur fær vitjan.
Til norska Dagbladet sigur hann at um teir koma framá ein serligan máta at gera fisk og chips uppá, so verður tað tikið við í sendingina.
«Barmeny» er ein sera vælumtókt sending sum í heyst kemur á skíggjan fyri triðju ferð.
Hvørja viku sita eini 350.000 til 400.000 og hyggja at. Hetta er eitt sera høgt hyggjaratal, og svarar til at 10 prosent av norðmonnum sita frammanfyri sjónvarpstólið.