? Tað er eingin sjálvfylgja, at ein møguligur fólkatingsmaður úr føroyska Javnaðarflokkinum fer upp í tingbólkin hjá danska Javnaðarflokkinum á fólkatingi, sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður í føroyska Javnaðarflokkinum.
? Tá Poul Nyrup Rasmussen var her í seinasta mánað gjørdu vit honum greitt, at vit seta treytir, skulu vit eins og øll árini framman undan vera í tingbólkinum hjá danska Javnaðarflokkinum og harvið vera partur av politiska grundarlagnum hjá eini javnaðarstjórn.
Kortini bendir alt á, at ein fólkatingsmaður úr føroyska Javnaðarflokkinum fer upp í tingbólkin hjá brøðraflokkinum í Danmark. Jóannes Eidesgaard sigur, at Poul Nyrup Rasmussen hevur lovað, at føroyski tingmaðurin verður tikin upp á ráð í øllum viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri føroyingar.
Viðurskiftini millum flokkarnar báðar hava verið sera kaldlig seinnu árini, tí danska stjórnin og danski Javnaðarflokkurin ikki hava lurtað eftir brøðraflokkinum í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum beinleiðis hevur tosað um arrogansu frá danskari síðu.
? Poul Nyrup Rasmussen hevur lovað, at hesi viðurskifti nú verða fingin upp á pláss. Hann sigur eisini, at hetta er ein sjálvfylgja og at soleiðis eru eisini viðurskiftini millum danska og grønlendksa Javnaðarflokkin, sum eisini er partur at tingbólkinum hjá danska Javnaðarflokkinum.