Óvanliga nógv fremmand skip hava seinastu tíðina ligið í Nólsoyarfirði. Onkrar dagar hava fólkt talt upp í 20 skip - serliga hevur verið talan um skip úr fyrrverandi Sovjettsamveldinum.
Íbúgvar í Havn, og serliga á Argjum hava gjørt vart við, at tey hava órógvað. Eitt nú hava tey órógvað sjónvarpssignalið til argjafólk, sum kemur úr Nólsoy.
Á Skipafelagnum Føroyar, sum er umboð hjá fleiri av skipunum, verður sagt, at skipini leggja rættuliga fitt av peningi eftir seg í Føroyum, og heita tey tí á fólk um at royna at bera yvir við órógvinum.
Men at so nógv skip liggja fyri akker á redini, órógvar eisini á annan hátt. Hetta mátti elfelagið SEV sanna gjáranáttina, tá elkaðalin til Nólsoynna slitnaði.
Á SEV siga teir, at sjókaðalin, ið streymveitir Nólsoynna slitnaði klokkan 3:30 gjáranáttina, og at kaðalin helst hevur fingið skaða av teimum nógvu russaraskipunum í Nólsoyarfirði - hóast hann stendur avmerktur í sjókortinum.
Brekið hevði við sær, at partar av Havnini misti streymin í umleið ein hálvan tíma. Nólsoyggin fær í løtuni streymveiting frá eykaelverkinum í Nólsoy.
Nær sjókaðalin verður afturgjørdur, er ikki avgjørt enn, men neyðugt verður at fáa serskip til umvælingina, sigur SEV.