Langt um leingi varð kæran, sum Foreldrafelagið í Havn í fjør heyst sendi Kommunala eftirlitinum um ólógliga útgjalding til smábarnaforeldur, avgreidd. Og Foreldrafelagið fekk viðhald í kæruni.
Søren Pram Sørensen, sum hevur viðgjørt málið á Løgmansskrivstovuni, sigur í svari til kæruna, at eingin heimild er í forsorgarlógini ella í aðrari serligari lóg, at kommunan veitir stuðul. Sostatt er heimild ikki fyri tiltakinum. Tí verður Tórshavnar kommuna biðin um at taka skipanina av.
Løgmansskrivstovan hevur eftir grein 42 í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni í 1972 um føroysku kommunurnar viðgjørt málið viðvíkjandi avgerðini hjá Tórshavnar kommunu, at veita fíggjarligan stuðul til børn, sum ikki eru í kommunalu ansingarskipanini.
Søren Pram Sørensen sigur í svarinum, at í reglugerðini fyri Barnastyrksgrunnin er ásett, at "grunnurin er skipaður við tí endamáli at veita fíggjarligan stuðul til børn, sum ikki eru í kommunalu ansingarskipanini". Við tað, at einki nærri er ásett um, hvat endamálið við fíggjarliga stuðlinum til børnini er, ber stuðulin brá av, at vera stuðul til vanligt uppihald. Og fíggjarligur stuðul til einstaklingar til vanligt uppihald krevur lógarheimild.
Tórshavnar kommunu hevur í hesum fíggjarárinum sett av 1,8 mill. krónur til kontantstuðulin.