Á tingfundinum í gjár garanteraði Lasse Klein, framsøgumaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, at Nólsoyar Páll kann gerast liðugur upp á seks vikur fyri seks milliónir krónur. Hann helt tað tí ikki verða neyðugt at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at fara undir projektering av nýggju bjargingarskipi.
John Petersen hevur fleiri ferðir sagt, at meira verður ikki gjørt við Nólsoyar Páll so leingi hann er landsstýrismaður - og tað stendur hann við enn - hann mælir tinginum til at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum.
Men hesum ráðum ætlar Lasse Klein og Kristiligi Fólkaflokkurin ikki at fylgja. Saman við sambandsmonnunum - sum ikki tóku lut í orðaskiftinum - fer hann helst at atkvøða ímóti.
John Petersen heldur tað vera fantasktiskt, um skipið kann gerast aftur fyri seks milliónir upp á seks vikur. Tað helt Anfinn Kallsberg eisini, og hann lovaði upp á nakkan á samgonguni, at so skuldu pengarnir játtast.
John Petersen var tó gávumildari: Hann lova at játta sjey milliónir - tað sjeyndu milliónina kundi Lasse Klein fáa sjálvur - ella býta hana við teimum, ið gera skipið fyri seks milliónir - um hann kann fáa eina slíka bindandi avtalu í lag.









