Stokkastovan í Runavík ætlar í vetur at skipa fyri dansi og undirhaldi í vikuskiftunum framyvir.
Í hugnaligu hølunum verður høvi at hittast hjá so at siga øllum aldursbólkum í einastu matstovuni í Eysturoynni, ið untist at fáa skeinkiloyvi.
Tey »ungu-tilkomnu« í Eysturoynni, pør sum støk, hava verið við sviðið soð, tá tey hava havt hug at farið í »býin« at hitta vinfólk. Leiðin hevur sum oftast ligið líka suður til Havnar, har tær flestu dansi- og matstovurnar liggja.
Nú hava eysturoyingar sett sær fyri, at næststørsta oyggin í landinum, eisini kann borðreiða við hesum tilboði.
Matstovan er opin hvønn gerandisdag í vikuni frá kl. 5 sp. til kl.
11 á kvøldi við leskiligari a lá carte matskrá og alskyns pizzarættum. Sunnudagar er køkur tó opin frá kl. 2 sp. Dansurin fríggjakvøld og leygarkvøld byrjar stutt aftaná at køkurin er stongdur.
Hetta vikuskifti spælir tónleikabólkurin TAXI, mannaður við navnframa Kim Hansen o.ø. garvaðum tónleikarum.
Kim hevur verið nógv spældur í útvarpinum við Candle in the Wind, sanginum um Dianu Prinsessu av Wales.
Aldursmark er á, fyri at kunna koma inn í dansin, sum endar uml. 03.30. Hølini lata aftur kl. 04.00.
Stokkastovan hevur tlf. 48850.









