Velbastaðvegin í Havn hevur fingið nýggja urgu. Talan er um eina Content D 4330 úr ljósari eik. Simme Musikkhús hevur selt urguna Urgan ljóðar framúr væl, og eingin ivið er um, at tørvur hevur verið á henni. [...] Sambært Tórshavnar kommunu hevur gamla urgan tænt fyri seg, og nógvir trupulleikar vóru við henni. Ætlanin um at skifta urguna er gomul, og endiliga er urgan komin. Hetta er fyrsta stig í teimum nýtí
Rættlesarin hevur gjørt vart við, at soleiðis er ikki. Hann sigur í viðmerking við Sosialin, at einki er broytt av tí orðalagi, høvundurin hevur skrivað. Høvundurin, sum var hálvur suðringur, hevur, hóast hann [...] Nevnt varð, at har eiðisfók siga »bæði«, varð skrivað »báði«, sum er suðuroyarvending. Men soleiðis hevur høvundurin skrivað tað, og tað er brúkt soleiðis í bókini, sigur rættlesarin í viðmerking. Vit umbera
1-1. Molde hevur higartil leikt sjey venjingardystir, síðan fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið í Noreg. Jákup hevur leikt teir tríggjar, meðan kappingarneytin, Eddie Gustafsson, hevur staðið hinar [...] hinar venjingardystirnar. Í løtuni er svenski landsliðsmálverjin fyrsta val í Molde, men Jákup hevur borið fram, at hann ætlar sær at taka kappingina upp við svian. Kappingarárið í Noregi byrjar 13 apríl
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið við út smábarnabøkurnar Góða nátt Flekk og Flekk er heima. Eric Hill hevur skrivað og Eyðna Magnussen hevur týtt. Hetta eru fittar, smáar pappbøkur til tey smæstu [...] og velur sær yndisbókina at lesa úr, áðrenn hann leggur seg um kvøldið. Staðið fyri prentgerðini hevur Hestprent. Bókin kostar 30, - kr. í bókabúðunum.
onkursvegna skulu brúka tekn. Heri Jacobsen hevur týtt bókina. Edny Poulsen hevur tillagað fil føroysk tekn og útvegað serføroysk tekn. Serføroyskar tekningar hevur Janus Dam Guttesen teknað. [...] Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út teknmálsbók og fløgu, nevnd Tekn til børn, sum er ætlað børnum, foreldrum, pedagogum og øllum teimum, sum tørva eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu
hetta er størsta keyp, sum Hydro hevur gjørt. Norsk Hydro hevur leingi havt ætlanir um at keypa seg inn í tann almenna partin av norsku oljuvinnuni. At felagið nú hevur keypt týsku aluminiumsfyritøkuna [...] verður tikið sum ein ábending um, at felagið hevur slept teirri fyrru ætlanini. Aðalstjórin í Norsk Hydro, Eivind Reiten, sigur, at tað nýggja keypið er skilagott og lønandi. Við keypinum er Norsk Hydro
kendastu listamonnum í Íslandi. Hann hevur útbúgving frá ?The Icelandic Collage of Art and Crafts? 1969-1972 og frá Kongaliga Danska Akademinum 1972-1975. Hann hevur haft nógvar listaframsýningar bæði í [...] í Íslandi og Europa, eins hann hevur fingið fleiri stipendium og legat. Eisini hevur hann fleiri altjóða viðurkenningar fyri verk síni. Framsýningin er í Norðurlandshúsinum til og við 11. apríl 2001.
Vísindasiðseminevndin hevur givið týska barnalæknanum Ulrike Steuerwald loyvi at fara undir gengransking í Føroyum. Nevndin hevur á fundi 11. juni 2001 viðgjørt umsóknina frá Ulrike Steuerwald, sum er [...] um) hjá børnum. Nevndin hevur samtykt at ganga umsóknini á møti eftir at hava fingið neyðugu upplýsingarnar í málinum. Av tí at lóg um gengransking í Føroyum er í umbúna, hevur nevndin gjørt Almanna- og
seinastu árini, Rógvi Nielsen, flytir til Havnar at verða venjari. Geir Wardum hevur drúgvar royndir sum hondbóltsspælari, og hann hevur eisini verið venjari áður. Hann skal saman við Guttormi Sørensen, sum verður [...] kappingarár. Stjørnan hevur seinastu tvey árini vunnið ávíkavist gull og silvur í landskappingini, og nú verður hol sett á hondbóltsarbeiðið aftur. Mánakvøldið klokkan 21.00 hevur Stjørnan ársfund á loftinum
The Love Bug hevur gjørt um seg farnu dagarnar. Teldubrævið við heitinum "I love you" hevur ført eitt herviligt telduvirus kring allan heimin, og tað hevur gjørt skaða fyri milliardir av krónum. Virusið [...] tvær vikurnar. Amerikanska samveldisløgreglan og Interpol leita eftir bakmanninum til virusið, og nú hevur løgreglan á Fillipinunum eftirlýst ein 23 ára mann, sum kann verða tann seki í málinum. Maðurin gongur