Venjarin hjá Eysturríki burturvístur

Íslendski venjarin hjá eysturríkska hondbóltslandsliðnum, Dagur Sigurðsson, hevur fingið treytaða burturvísing frá europeisku hondbóltssamgonguni, EHF, tí hann hevur víst ósportsligan atburð.
Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum millum Eysturríki og Kroatia týsdagin, fekk Dagur Sigurðsson reyða kortið frá dómarunum, og síðani hevur aganevndin hjá EHF í skundi viðgjørt málið.
Stóran part av dystinum brúkti venjarin seg við EHF-umboðini, ið leiddu dómaraborðið, og ta einu ferðina sparkaði hann eftir beinkinum, tey sótu á.
Royndartíðin, hann nú hevur fingið, er eitt ár, men revsingin kann kærast.