Fríggjadagin 13. november læt listamaðurin Finleif Mortensen upp eina málningaframsýning við 13 málningum í Glarsmiðjuni í Dr. Jakobsensgøtu í Havn. Glarsmiðjan hevur eina deild, sum eitur Hornið, har framsýningin er.
Finleif, sum er argjamaður og býr á Argjum, hevur bygt sær sær nýtt atelier á Strondum, har hann hevur málað allar málningarnar á framsýningini.
Finleif hevur seinastu árini havt nógvar framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands. Framsýningin hjá Finleifi í Glarsmiðjuni verður nakað inn í desember mánað. Málningarnir eru eisini at síggja á heimasíðuni: www.glarsmidjan.fo










