Millum teir 14 sangararnar, sum fara at framføra á stóru Nashville-konsertini á Hálsi 29. august, verður Eivør Pálsdóttir. Eivør var upprunaliga ikki á plakatini, men av tí, at Linda Andrews hevur verið noydd at geva avboð, tí hon er nógv upptikin í Danmark, hevur Eivør Pálsdóttir játtað at vera við á konsertini.
- Vit harmast um, at Linda hevur verið noydd at givið avboð, men fegnast um, at Eivør hevur játtað at vera við, tí hon er jú ein framúr góð songkvinna, sigur Jákup Zachariassen, fyriskipari.











