Ein fleiri hundrað metrar breið skriða leyp fyrrapartin við Spongdal í Trondheim í Noregi. Løgreglan sigur, at skriðan veksur í hvørjum, og fólk hava fingið boð um at sleppa sær burtur sum skjótast.
Ein tyrla hevur flogið uppi yvir økinum, og sambært tyrlumanningini hevur skriðan ikki rakt nøkur hús. Men løgreglan dugir kortini ikki at siga, um skriðulopið hevur kravt nakað mannalív, ella um nakar hevur fingið skaða.
Nú eru nógvir sløkkiliðsmenn, løgreglugólk og ein sjúkrabilur á staðnum, og tyrlur flúgva uppi yvir økinum, skriva norsku fjølmiðlarnir.