Hóast teir hava roynt, so hevur tað enn ikki eydnast Barcelona at keypa Cesc Fabregas frá Arsenal, sum higar til hevur takkað nei til tær £30 miliónirnar, sum Barcelona er til reiðar at gjalda. Arsene Wenger í Arsenal hevur havt hug at ilskast inn á Barcelona, men har sigur forsetin, Joan Laporta, at Wenger veit av, at Fabregas er nakað serligt. – Hann er ein catalanskur spælari, sum hevur spælt við okkum øll ungdómsárini, og tí er tað eyðsæð, at vit vilja hava hann aftur, sigur Laporta.