Hella til Helle

Ein fjórðingur av teimum donsku veljarunum høvdu væntað sær meiri av Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra, enn hann hevur víst, síðani hann tók við í fjør. Ein meiningakanning, sum Ritzau hevur latið gera, vísir, at 24,3 prosent eru misnøgd við avrikini hjá forsætisráðharranum, meðan 11,4 prosent siga, at hann hevur staðið seg betur, enn tey høvdu væntað.

Av teimum spurdu siga 41 prosent, at hann er tann rætti stjórnarleiðarin, men 45 prosent siga, at tey vilja hevur hava sosialdemokratiska leiðaran, Helle Thorning-Schmidt.