Danska rentan lækkað

Fyri at gera ta donsku krónuna veikari mótvegis evruni hevur danski Tjóðbankin í dag lækkað rentuna 0,10 prosentstig, og tískil er rentan nú 0,6 prosent, sum er tað lægsta nakrantíð.

Ta seinastu tíðina hevur Tjóðbankin selt krónur á gjaldoyramarknaðinum fyri at forða fyri, at krónan ikki skal gerast uppaftur sterkari, enn hon er. Men av i at tað ikki hevur munað nóg mikið, hevur bankin gjørt av at lækka rentuna.

Danskir búskaparfrøðingar vænta, at Tjóðbankin fer at lækka rentuna enn meiri í summar.