Jóhanna, sum byrjaði sum leiðari á Fjallafípuni tann 01. august. Tey fyrstu tíggju komu, sum sagt, mánadagin, men tey vóru á stovninum og vitjaðu hósdagin í farnu viku. Og tey næstu tíggju, sum skulu koma [...] við. Sum heitið sigur, so er tað ein útibarnagarður, tað vil siga, at børnini eru úti størsta partin av degnum ? og so at siga í øllum veðri eisini. Í øllum grimdarregninum hósdagin, fóru tey ein gongutúr [...] Klaksvík: Upprunaliga vóru tað arbeiðsskúrar, men í dag eru skúrarnir blivnir til ein útibarnagarð, sum kann taka 40 børn inn. Jóhanna Vest greiðir frá, at tey nú eru í ferð við innkoyringina av børnunum
samrøðan Hósmorgunin fór ein søgulig hending fram. TeleF hevði sína fyrstu almennu samrøðu. Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum hevði tann heiðurin at vera tann fyrsti, sum ringdi upp hjá TeleF [...] saman av Teletænastuni hjá Billy Hansen, Íslandssími, sum er ein íslendsk telefyritøka og El & Tele. Billy Hansen hevur í fleiri ár havt Teletænastuna, sum bjóðaði bíligar samrøður uttanlands, men hon er dottin [...] millum bygdir í Føroyum, og tað var júst millum hesi bæði støðini. Tað var Ólavur av Heygum, sum tá dróg ein telefonkaðal úr Havnini til Vestmanna. Hetta var privat framtak, og Billy Hansen segði seg fegnast
men so sanniliga eisini sum ferðafólk - sum ferðafólk í egnum landi. Tað fyrsta, sum bíðar eftir okkum, er ein long trappa - vit síggja ikki munandi lættari gonguteigin beint við. Vit vita heldur ikki [...] við dýru myndaútgerðini og upptakaranum sum viðføri. Túrurin í túrinum gjørdist ein frálík uppliving, og tað er eisini orð sum hetta seinasta lýsingarorðini, sum eg haldi hóska seg best um allan túrin úti [...] tú ikki ofta - kanska alt ov sjálvdan - so tað er ein forkunnugur biti, sum minnir teg á, at tað er nakað serstakt við Føroyum. At ljóða og vera sum ein ferðamaður er ikki tað bíttasta, tá tú sleppur at
tí norska fylkinum Sogn og Fjordane liggur ein lítil bygd nevnd Flekke, har umleið 250 fólk liva friðarliga og virka fyri dagligt breyð. Ein skuldi ikki trúð tí, tá ein koyrir eftir tí kringluta vegnum framvið [...] útbúgvingin seg um meiri enn tað, sum stendur á endaliga próvnum. Tað verður kravt av tær, at tú letur teg draga inn í tiltøkini, ið fara fram uttanfyri skúlan (EACs), og sum hava nógv at týða fyri, hvussu [...] gera ein mun. Næmingarnir eru í roynd og veru ambassadørar fyri teirra lond. Skúlin hevur til endamáls at útbúgva næmingar, ið eru tilvitaðir um umhvørvislig og menniskjalig greiðsluevni, og sum vilja
sigur Ulla, sum tó hevur roynt tað áður. -Men sjálvsagt er tað ein løgin kensla og sera spennandi. Tað er nakað heilt annað at spæla til slíkt tiltak, har góðir dómarar døma, enn her heima, har ein ofta kennir [...] heldur ikki vera lív at liva sum konsertpianist til dømis. Tá livir ein í einum kufferti og ferðast úr stað til stað. Harafturat er tað hart arbeiði at náa tindarnar, um ein væl at merkja nakrantíð kemur [...] lurta, sigur Ulla, sum fekk eitt gávubræv uppá 2000 krónur og diplom. Marjun, Ulla og Dánjal eru samd um, at tað er spennandi og læruríkt at vera við. Fleiri av teimum, ið tóku lut, kann ein vænta at síggja
i steðgaði eg í Torsminde, sum liggur út móti Vesturhavinum. Har var ein handil, sum seldi mestsum alt, sum hevði við sportfiskiskap at gera. Eg keypti nakrar flugur og ein spinnara, men fall serliga fyri [...] r á bátunum sum hetta lív fer fram í. Summir hava ein vanligan føroyskan maskinbát við húsi á ella kanska ein Kaldbaksbát ella ein minni fínan glastrevjubát. So eru tað gardinbátarnir, sum eru so fínir [...] seg har, sum áirnar runnu út í vatnið. Teir høvdu sílatráðu og sílaleyp við. Jóhannes av Skarði, sum hevur kanna føroysku leyparnar, vísir á, at teir í Vágum hava havt ein serligan sílaleyp, sum teir tóku
Havn. So skulu vit javna, er tað ein spurningur um ikki eisini inntøkurnar av fiskivinnu og alivinnu skulu javnast um alt landið. – Skulu vit javna arbeiðspláss, er tað ein spurningur um vit ikki eisini skulu [...] inntøkur, vit fáa av okkara tilfeingisvinnu, tí tað eru allir føroyingar, sum eiga tilfeingi, men tað eru bara nøkur fá øki, sum fáa allan ágóðan av tí. Hann er sannførdur um, at hetta við at javna almenn [...] er endamálið við uppskotinum hjá teimum trimum løgtingsmonnunum, at flyta arbeiðspláss úr Havnini. Ein grundgeving er, at arbeiðspláss og inntøkur skulu javnast um alt landið. – Men hyggja vit at tølum
til, at prísurin á koyggjunum er hækkaður. Ein av orsøkunum er, at felagið roynir at fyribyrgja, at skipið ikki verður sorað sundur. ? Tú kanst hugsa tær tá ein riðin av ungdómi leigar kamar fyri 70 krónur [...] vaskið og annars raserar alt kamarið. Tá loysir tað seg ikki at halda prísin á 70 krónum. Tískil liggur ein fyribyrging í, at prísurin er hækkaður. Men Reidar Nónfjall vísir eisini á aðrar orsøkir. ? Vit [...] Um somu tíð, sum álitið um at menna útjaðaran varð handað landsstýrinum, hækkaði prísurin at leiga eina koyggju um Suðuroyarfjørð við 328,6 prosentum. Tað kann vera rættuliga baldrut at sigla um Suðuroyarfjørð
1% úr kr 32.200 í kr 43.200 síðani 2020. Hetta er ein øking á kr 11.000 mánaðarliga. Familjur raðfesta øðrvísi Verður talva 1 sammett við mynd 1, fæst ein hóming av, at húsarhaldini eru farnin at broyta [...] inntøkan eftir skatt) svarar til samlaðu árligu føstu og skiftandi útreiðslurnar. Hetta er ein árlig inntøka, ið liggur omanfyri miðalinntøkuna hjá tveimum føroyskum uppihaldarum. Livst so spyrst, men tað er [...] fíggjarlig endarnar at røkka saman. ##med3## Hyggja vit nærri eftir einari familju við tveimum børnum, sum býr í egnum sethúsum, hevur eitt lán á kr 2,5 mió., eitt billán og annars vanligar útreiðslur, ið hoyra
mín familja har, sigur Rakul, sum eigur tveir synir og trý ommubørn í lítla býnum Damascus, sum liggur beint uttan fyri Portland, Oregon. Tað yngsta ommubarnið, sum er ein genta, sá dagsins ljós dagin eftir [...] til við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland í statinum Oregon. Rakul greiðir frá, at har plagar eitt tiltak at vera, sum eitur SCANFARE. Tað er eitt tiltak, sum varir í tveir dagar, har ljós verður [...] hesum seinastu árini. ? Fyrstu ferð vit vóru við, høvdu vit onki flagg, tí tey, sum skipaðu fyri tiltakinum, sóu Føroyar sum ein part av Danmark, men vit fingu skjótt útvegað okkum eitt flagg, so nú veittrar