Janus nítifimm

Tað ótilgjørda, náttúrliga, tað greiða og sjálvsagda, eyðkennir Janus Kamban sum listamann og menniskja, skrivar Bárður Jákupsson í heilsan til listamannin og myndahøggaran, Janus Kamban á hansara nítifimm ára degi




There is one art

no more

no less:

To do the things

with

artlessness 



Hvør, ið hevði hetta fyri munni, minnist eg ikki, og eg fái ikki eina týðing at sita nóg væl. Men meiningin er, sum vera man, at hetta at skapa sítt listaverk á ein óuppgjørdan hátt, er tað, ið um ræður. Við hesi hugleiðing hava vit fatur á megintáttinum í listini hjá Janusi. Tað ótilgjørda, náttúrliga, tað greiða og sjálvsagda, eyðkennir hann sum listamann og menniskja.


Í frálíku bók síni Janus Kamban (Listasavn Føroya 1995) lýsir Gunnar Hoydal so beinrakið hetta lyndi:

“Tað er ein hvíld og ein fynd, sum kemur úr djúpum, men verður borin lættliga. Her er nógv at fara um, so nógv er fingið og hugsað, men hvussu vítt ella fjølbroytt evnið er, so er einki torskilt, tá ið hann greiðir frá, hvørki í list ella lívi”. 



Enn byggja vit land í Føroyum, og væl er vunnið. Hóast nógv enn liggur á láni, er samfelag okkara væl og virðiliga útbygt, ja, fyri okkum, ið minnast 40-50 árini, eru Føroyar ikki at kenna aftur. Tá lá alt á láni. Ættarliðið hjá Janusi, ið serstakliga var virkið eftir kríggið, hevði sterka kenslu av at bróta upp úr nýggjum. Ein nýggjur samleiki savnaði útisetarnar í Keypmannahavn. Sjálvbjargnishugsanin hevði brotið sær veg í einum parti av fólkinum, og harvið vónin um føroyskt sjálvræði. Tað var um hetta mundið, tann nýggja myndlistin gjørdi rættiliga vart við seg. Saman við teimum ungu útbúnu listafólkunum flutti Listafelag Føroya heim úr Keypmannahavn og fyrireikaði Ólavsøkuframsýningarnar. Tey flestu munnu minnast, at hesar framsýningar høvdu sín serstaka dám - dygdin var sera ymisklig, tað professionella og tað dilletantiska hvørt um annað. Endamálið var at taða moldina, at framala og lívga hvørja nál. Tað sást, at summi høvdu gávur, men kundu havt gott av einum minstamáli av kunnleika, tí skipaði listafelagið eitt skifti fyri myndlistaligum skeiðum. Tá ið hølini í kjallaranum á nýggja kommunuskúlanum í Havn vóru ikki tøk longur, duttu hesi skeið tíverri niðurfyri.

Í dag er veruleikin ein heilt annar – nú eru tað ikki tær bleiku nálirnar, men frambrúsandi fjølbroytt og í stóran mun professionelt virksemi, ið eyðkennir myndlistina og mentanarlívið sum heild her á landi. Listafelag Føroya átti tí at havt ein annan leiklut – at vera atfinningarsamt og vandið. 



Listafelagið hevði av fyrstan tíð sett sær fyri at virka fyri, at setast skuldi á stovn eitt føroyskt listasavn, og at framsýningarskáli varð bygdur at hýsa savninum. Longu í januar 1948 setti løgtingið “Alment Føroyskt Listasavn” á stovn. Við framsýningarskálanum dró út, men veturin 1969 stóð nýggi Listaskálin umsíðir liðugur. Hann varð tikin í nýtslu í 1970. Síðan fyrsta framsýning nakrantíð av nýggjari føroyskari list varð fyrireikað tíðliga undir krígnum í starvsstovuni hjá Janusi í Nørrebrogade í Keypmannahavn, hevði Janus verið ein miðdepil í øllum hesum virksemi, og hann varð sjálvsagdur fyristøðumaður fyri nýggja Listaskálanum, til hann legði frá sær í 1978. 



Tey fyrru árini var Zacharias Heinesen hjálparmaður hjá Janusi í Listaskálanum, men einaferð miðskeiðis í 1970-árunum leiddist hann av hesum, segði seg hava fingið vaml fyri onglum og træðrum. Tá var tað, eg tók yvir. Eg gekk til handar eftir arbeiðstíð, leygardagar og aðrar frídagar, tá ið tað lá fyri. Hetta gjørdist ein rættilig lærutíð. Ein part av árinum sýndu vit fram ognir listasavnsins, men annars vóru skiftandi framsýningar av føroyskari og útlendskari list á skránni. Tá ið nýggj sýning varð sett upp, skuldi ikki farast fram eftir fummum, men flytast og broytast, metast og eftirmetast - ein fyrsta uppseting skuldi botnfellast í sinninum, tað ráddi um at geva sær tær stundir, ið kravdust. Morgunin eftir varð alt kanska endavent, men endin varð, at heildin kundi ikki verða betri.

Janus er soleiðis vorðin, at listaligar neyðloysnir koma ikki upp á tal, í listini er hann harðmøraður. Sum vera man er hetta komið mær til góða. Samrøðurnar við Janus hesi árini vildi eg ikki verið fyri uttan. Í prátinum kemur fram ein onnur góðslig síða av lyndi hansara, hóast mangan avgjørdur, er hann altíð við tí góða orðinum. Hann dugir at fáa søgur at sita, og søgurnar eru mangar og stuttligar. Í skemtinum býr mangt listilært spei. Men fyrst av øllum veit hann nógv um myndlist og um søgu. Málið og siðsøgan hava hansara stóra áhuga. Skaldskapurin liggur frammalaga – føroyskur eyðvitað, men eisini heimsbókmentir, serstakliga franskar, skilti eg. Stórliga bilsin varð eg, ein dagin ein fraklendingur hugdi inn á gólvið í Listaskálanum – tá fór Janus at tosa franskt. Hann segði seg hava lært tað sjálvur, og hann plagdi mangan at taka til eitt nú Maupassant, sum hann læs á fronskum. 



Munurin á list og handverki er, at tú mást vera sakkønur til tess at kunna meta um handverkið.

Soleiðis tók Storm P til. Hetta er eitt stuttligt – honum líkt eitt sindur argandi – íkast í kjakið, ið ongantíð endar um list og handverk. Í Janusar føri er talan um tvær síður av somu søk. Bæði í skulpturinum og grafikkinum er tann greiði, einfaldi formurin úrslit av tí køna eyganum og tí trygga handalagnum.

Høvuðsverk? Eingin ivi – “Vensil” (ella “Kvøðarin”, sum myndin eisini verður nevnd) frá 1951. Andlitsmyndirnar yvirhøvur – av t.d. Elinborg, Fraseri, Hans Andriasi, Viderø, umframt dreingjahøvd, eru meginverk, men “Vensil” skarar framúr. Hendan tignarliga lýsingin av tí gamla Velbastaðmanninum, ið dugdi ein hóp av andaligum vísum, hevur ein menniskjaligan ævinleika í sær. Janus hevur alt lívið fingist við grafikk, og serliga á eldri árum legði hann dent á hesa listagrein. Serligan tokka havi eg til fuglalýsingarnar, eitt nú “Likkur” 1981 og “Súlur”1984. Eingin hevur sum Janus dugað at lýst føroyska bátin, eitt nú í hugtakandi fleirlitta prentinum “Á floti” 1987. 



Útisetaárini undir krígnum reisti Christian Matras í Føroyingafelag málið um at reisa ein minnisvarða í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðan W. U. Hammershaimb skapaði skriftmál okkara. Janus Kamban fór tá undir at gera tekningar til høggmyndina “Móðurmálið”. Fígging varð fingin til vega, og eftir kríggið lótu løgtingið og býráðið síni ískoyti. 25. mars 1948 varð hendan stóra standmyndin avdúkað framman fyri bæriligasta mentanarskála, ið tá var: teimum stóru húsunum á Debesartrøð, ið hýstu landsbókasavninum, forngripagoymsluni og skjalagoymsluni. Hetta er væleydnað monumentalt verk, tað størsta, ið evnað er til úr føroyskum gróti. Lendið framman fyri bókasavnshúsunum var øðrvísi tá, vegurin lá øðrvísi, og høggmyndin kom til sín rætt. Tað ger hon ikki longur – nú stendur hon so undarliga forfjónað, uppi yvir einum vegastrekki við steðgiforboði, umgivin av ljóssteyrum og ferðsluskiltum. Her fara øll í skundi framvið, ongum kemur til hugs at dvøljast. Gamaní – tað bøtti eitt sindur um, at runnarnir, ið nærum høvdu køvt varðan heilt, vórðu skornir burtur, og at grefligi SEV-bunkarin er vorðin klæddur við gulum rimum, men hvussu mong vita, at standmyndin hevur meira enn bert ta einu síðuna, ið vendir móti høvuðsvegnum við teirri stóru ferðsluni? 



Hesin monumentali mentanarvarði átti at verið fluttur. Reinsið mosa og skónir av honum, setið í stand og flytið á tinghúsvøllin, har um leið sum Rasmus Effersøe stendur – nakað ovari, beint eystan fyri flaggstongina, stongin eigur at verða flutt nakað burturfrá – í ein útnyrðing. Rasmus kundi so verðið fluttur á vøllin vestan fyri gamla tinghúsið og snaraður á, soleiðis at andlitið vendir vestureftir. Tinghúsvøllurin, ið er eitt stað, har fólk steðga á og savnast, hevði tá fingið eitt nýtt viðkomandi innihald, og varðin, ið ímyndar dýrasta grip okkara – móðurmálið – hevði komið til sín rætt. 



Bárður Jákupsson