Mugu bara bíða við toli

- Eg haldi, at vit í semjuni hava fingið nóg stóran part av makrelkvotuni, og so mugu vit bert bíða eftir at fáa at vita, hvar vit kunnu fiska í norskum og ES-sjógvi, sigur Jákup Jacobsen, reiðari á Tróndi í Gøtu, Finni Fríða, Jupiter og Tummas T

Reiðararnir á føroysku nótabátunum eru bæði nøgdir og ikki um makrelsemjuna, sum er gjørd millum ES, Noreg og Føroyar.
- Eg haldi, at tann nøgdin, sum vit hava fingið i makrelsemjuni, er nóg stór. Hinvegin vita vit ikki hvat tað merkir, at vit kunnu fiska 30-35% í norskum sjógvi, sigur Jákup Jacobsen.
Hann sigur, at makrelurin stendur í ávísum økjum í norskum sjógvi.
- Og sleppa vit ikki fram at hesum økjum, gevur tað onga meining fyri okkara viðkomandi, sigur Jákup Jacobsen.
Jacob Vestergaard segði hósmorgunin við kringvarpið, at ætlanin var at samráðast við ES í dag.
- So skulu teir aftur til samráðingarborðið týsdagin og mikudagin í komandi viku, og hvat kemur burtur úr, mugu vit bara bíða eftir, sigur Jákup Jacobsen.
Hann heldur, at tað er gott, at vit nú aftur hava fingið eina semju um makrelin.
- Tað er altíð gott við einari semju, og hendan semjan, sum nú er gjørd, er í fínasta ordan. So mugu vit bara bíða eftir, hvar vit sleppa at fiska, sigur Jákup Jacobsen.
Hann dugir ikki at siga, hvat hendan semjan kann gera við stongsulin hjá ES mótvegis føroyskum skipum.
- Tað er ilt at siga. Tað er jú ikki makrelurin, sum hevur fingið ES at seta stongsul mótvegis Føroyum, men haraftur ímóti sildin. Hvat hendir í tí málinum, mugu vit bara bíða eftir, sigur Jákup Jacobsen.
Hann heldur sostatt, at nøgdin er væl nøktandi, men at tað framvegis eru nógir ósvaraðir spurningar í sambandi við makrelsemjuna.
- Saman at standa, var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr her blivið, sigur skaldið, og tað er tað sama í hesum spurninginum, haldi eg, vit kunnu siga, sigur Jákup Jacobsen.

Vónsvikin
Ein av okkara stóru nótaskipareiðarum, Kristian Martin Rasmussen sigur, at hann er ikki serliga fegin um avtaluna, sum Føroyar, Noreg og ES hava gjørt.
- Ikki tí. Eg eri fegin um, at Føroyar aftur eru partur av eini makrelavtalu. Vit hava í so máta rokkið tí, vit settu okkum fyri - at fáa ein størri prosentpart av heildarkvotuni, sigur Kristian Martin Rasmussen.
Tað, sum nótaskipareiðarin ikki er serliga fegin um, er atgongdin innan fiskimørkini hjá hvørjum øðrum, og at einki er endaliga greitt um, hvussu verður millum Føroyar og ES í hesum sambandi.
- Eg havi skilt, at atgongdin millum Føroyar og Noreg verður millum 30 og 35 prosent, meðan einki endaligt er avtala um atgongd millum Føroyar og ES. Havi skilt, at her eru bara onkur lyftir givin, sum eg í løtuni ikki kenni virðið av, sigur Kristian Martin Rasmussen
Nótaskipareiðarin er eisini vónsvikin av, at handilsstongsulin hjá ES stendur við, og at einki er avtalað um, hvussu verður við stongslinum, nú ein avtala um makrelbýtið millum Føroyar, Noreg og ES er undirskrivað.
- Vit eru áður lumpaðir av ES, og eg vóni ikki, at tað er hetta, sum liggur í kortunum hesaferð. Lat okkum nú síggja, hvat fer at spyrjast burtur úr hesi semju, sigur Kristian Martin Rasmussen.